Russland og Iran í hernaðarsamstarvi

Í Hvítu Húsunum í USA halda tey lítið um vinalagið og hernaðarsamstarvið millum Russland og Iran.

- Samstarvið er vandamikið fyri Ukraina, grannarnar hjá Iran og fyri altjóða samfelagið, sigur John Kirby.

Iranskar dronur hava hjálpt Russlandi í Ukraina, og sambært amerikanskum keldum ætlar Iran nú eisini at lata Russlandi framkomnar rakettir. Vit plaga at siga, at ".... krage søger mage...", og hetta kann helst eisini sigast um hesi bæði londini.

 

Í Hvítu Húsunum í USA halda tey lítið um vinalagið og hernaðarsamstarvið millum Russland og Iran, har Iran veitir Russlandi hernaðarligan stuðul. Tey halda, at hetta ger støðuna truplari, bæði í Ukraina, Miðeystri og í heiminum sum heild. 

 

Sambært amerikanskari fregnartænastu, er Iran eisini í holt við at hjálpa russum at byggja sína egnu dronuverksmiðju í Russlandi, umframt at Iran eisini hevur ætlanir um at lata Russlandi fleiri hundrað ballistiskar rakettir til kríggið í Ukraina.

 

Keldan til hesi úttalilsi er John Kirby, samskiftisstjóri innan hernaðarleiðslu í Hvítu Húsunum, sum í kvøld hevði ein stuttan tíðindafund í Washington, har fleiri útlendskir miðlar vóru hjástaddir.

 

- Samstarvið millum Russland og Iran er við at mennast til eitt rættiligt hernaðarsamstarv, ávaraði samskftisstjórin. Hann segði, at samstarvið er vandamikið, bæði fyri Ukraina, grannarnar hjá Iran og altjóða samfelagið sum heild.

 

Hildið hevur annars verið, at Russland skjótt fór ar mangla rakettir, tí landinum tørvar komponentar til hesar rakettir orsakað av stongslinum.

 

Sagt verður, at afturfyri at fáa rakettir og dronur, sum Russlandi nú tørvar, skulu russar hava bjóðað Iran hjálp til hernaðarvenjing, tyrlur, loftverjuskipanir og møguliga nútímans jagaraflogfør.

 

 

 

- Samstarvið er vandamikið fyri Ukraina, grannarnar hjá Iran og fyri altjóða samfelagið, sigur John Kirby.