Russland steingir týska konsulátið í St. Pætursborg

Týski uttanríkisráðharrin hevur lagt Russland undir at standa aftanfyri dropuálopið á flogvøllin í Leipzig í byrjanini av august

Týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul

Øll starvsfólkini á týska konsulátinum í russiska stórbýnum, St. Pætursborg, skulu verða farin úr Russlandi innan hin 18. september.

 

Tað upplýsir russiska uttanríkisráðið sambært almennu russisku tíðindastovuni, Ria.

 

Avgerðin hjá russiskum myndugleikum kemur í kjalarvørrinum av, at týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul, hevur givið russum boð um, at russiska konsulátið í Bonn skal lata aftur.

 

Týski uttanríkisráðharrin hevur nevniliga lagt Russland undir at standa aftanfyri dropuálopið á flogvøllin í Leipzig í byrjanini av august.

 

 

 

Týski uttanríkisráðharrin, Johann Wadephul