Jóhan Berg, stjóri í Falkon og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu

Nú verður vegurin við Kornvatn breiðkaður

- Falkon fer í holt við arbeiðið út á heystið, og ætlanin er at gera arbeiðið liðugt í hesum árinum

Jóhan Berg, stjóri í Falkon og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu

Í fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2026 er peningur avsettur sambært einum tilboði frá Falkon at breiðka vegin á Agninum. 

 

Í morgun varð sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og Falkon.

 

- Avtalað er, at Falkon fer at breiðka vegin á Agninum umleið tveir metrar - frá innkoyringini til seyðahúsið við Kornvatn og niðan til Eystnesveg - ella Mylluvegin, sum hann eisini verður róptur.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at talan er um einar 400 metrar, og sagt verður, at hetta vegastrekkið hevur stóran tørv á ábótum.

 

- Agnið, sum er vegurin av Nesi og til Æðuvíkarvegin, hevur annars verið landsvegur. Fyri nøkrum árum síðan yvirtók kommunan ein part av hesum vegastrekki, neyvari niðan til Blákrossheimið.

 

##med2##

 

Víst verður á, at fyrr í ár er so avtalað við Landsverk, at Nes kommuna yvirtekur vegin frá Blákrossheiminum og niðan til Eystnesveg (Mylluvegin), og hetta vegastrekkið er stívliga 700 metrar.

 

- Falkon fer í holt við arbeiðið út á heystið, og ætlanin er at gera arbeiðið liðugt í hesum árinum. Tá breiðkingin er liðug, fer Landsverk sambært avtaluni at seta upp bilverju á vegastrekkinum við Kornavatn, verður lagt aftrat.

 

 

Jóhan Berg, stjóri í Falkon og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu