Russland vann ein tryggan 4-1 sigur á Kekkia í seinna dystinum bólki A. Alan Dzagoev skoraði tvey, meðan Roman Shirokov og Roman Pavlyuchenko skoraði eitt í part. Kekkiska málið skoraði Vaclav Pilar.
Kekkia mundi verða omaná fyrsta korterið, men so slóð Russland til. Alexander Kerzhakov stútaði eitt innlegg á stongina, og so var Alan Dzagoev fyrstur á returin og smekkaði bóltin í málið. Bara tveir minuttir seinni mundi sami Alan Dzagoev økt, tá hann gjørdist leysur við Petr Cech, men hesa ferð rakti hann ikki málið.
2-0 bleiv tað fimm minuttir seinni, tá Andrej Arshavin spældi Roman Shirokov leysan í brotsteiginum. Hann varð fyrr á bóltinum enn Petr Cech og lyfti bóltin hegnisliga upp um Chelsea málverjan og í mál.
Sjey minuttir inn í seinna hálvleik minkaði Vaclav Pilar um munin. Hann varð spældur leysur í djúptina og rak framvið málverjanum og trillaði bóltin í tóma málið.
Góðar tíggju minuttir fyri tíð avgjørdi Alan Dzagoev dystin, tá hann eftir avlevering frá innskifta Roman Pavlyuchenko smekkaði bóltin í netið handan Petr Cech. Bara tríggjar minuttir seinni økti Roman Pavlyuchenko eftir einmansavrik inni í brotsteiginum.
Stutt seinni bleiv 21-ára gamli Alan Dzagoev skiftur út fyri Alexander Kokorin. Teir vóru báðir við á russiska U21 landsliðnum, sum tapti fyri Føroyum í Gundadali.
Samanumtikið gjørdist talan um ein tryggjan sigur har Russland vístið skjót og neyvt smáspæl, meðan Kekkia hevði móti nakað, men tað gekk illa at umseta tað til mál. Andrei Arshavin og Alan Dazgoev vóru tveir av fleiri russum, ið komu væl frá uppgávuni.
Dómarin var enski Howard Webb og hann prógvaði hví hann varð valdur til at døma HM finaluna í 2010. Í mun til sín spanska kollega, sum dømdi fyrra dystin, so hevði Howard Webb fult tamarhald á dystinum.
Sjey leikarar frá Zenit St. Pætursborg vóru millum ellivu teir fyrstu hjá Russlandi
Russland Kekkia 4-1 (2-0)
1-0 Alan Dzagoev, 15
2-0 Roman Shirokov, 24
2-1 Vaclav Pilar, 52
3-1 Alan Dzagoev, 79
4-1 Roman Pavlyuchenko, 82
Kekkia: Cech, Gebre Selassie, Kadlec, Hubnik, Sivok, Rezek(Hubschman 45.min), Rosicky, Plasil, Pilar, Jiracek(Petrzela 76.min), Baros(Lafata 85.min).
Á bonkinum: Lastuvka, Drobny, Suchy, Limbersky, Rajtoral, Kolar, Darida, Necid, Pekhart, .
Russland: Malafeev, Anyukov, Ignashevich, Zhirkov, Berezutski, Shirokov, Denisov, Zyryanov, Dzagoev(Kokorin 84.min), Arshavin, Kerzhakov(Pavlyuchenko 74.min).
Á bonkinum: Akinfeev, Shunin, Sharonov, Granat, Nababkin, Izmailov, Kombarov, Glushakov, Semshov, Pogrebnyak.
Dómari: Howard Webb (Ongland)
Støðan í bólki A:
1. Russland 3
2. Pólland 1
3. Grikkaland 1
4. Kekkia 0
Mynd: (gettyimages) Roman Shirkov skorar fyri Russland.