Russland umhugsar lægri góðsku á brennievni

Russiska ávísin, Kommersant, sigur, at Russlandi vantar brennievni av ukrainsku álopunum á oljureinsiverk og oljugoymslur

Sambært tíðindastovuni NTB í morgun, umhugsar Russland nú at loyva lægri góðsku á brennievni.

 

NTB vísir til russisku ávísina Kommersant, sum sigur, at orsøkin er, at Russlandi vantar brennievni.

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur viðgingið, at trupulleikar eru við veitingum.

 

Ukrainsku álopini á russisk oljureinsiverk og goymslur hava nevniliga skapt stórar trupulleikar við veitingum av brennievni í landinum.

 

Tí umhugsar Russland nú sambært Kommersant at loyva lægri góðsku av brennievni út á russiska marknaðin.