Dysturin endaði málleysur eftir vanliga leiktíð, men í longdu leiktíðini legði Holland seg á odda við máli frá Cody Gakpo. Fagnaðurin var serliga kensluborin, tí Gakpo fyri fáum døgum síðani misti ófødda son sín.
Marokko gav tó ongantíð upp. Djúpt inni í yvirtíðini javnaði Issa Diop, og harvið mátti dysturin avgerast við brotsspørkum.
Har hevði Marokko sterkastu nervarnar. Hollendingarnir brendu trý brotsspørk, og hóast eisini marokkanarar misnýttu tvey, tryggjaðu teir sær pláss í áttandapartsfinaluni.
Marokko hevði størsta partin av spælinum og skapti flestu málmøguleikarnar. Hollendski málverjin Bart Verbruggen hevði fleiri framúr bjargingar og helt liðið inni í dystinum langt inn í seinna hálvleik.
Í áttandapartsfinaluni skal Marokko spæla móti vertstjóðini Kanada.











