Um middagsleitið í gjár gjørdi løgreglan ferðkanningar í Eysturoy, og her vóru tey eitt nú á Skálafjørðinum og á Fuglafjarðarleiðini.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at í kanningunum vórðu fimm mál skrivað.
- Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt ávikavist 108 og 105 á landsvegnum, og ein bilførari fekk treytaða frádøming fyri at hava koyrt 88, har bert er loyvt at koyra 50.
Løgreglan sigur, at uppaftur verri gekst hjá tveimum bilførarum, sum ikki høvdu havt koyrikort so leingi.
- Annar varð máldur at koyra 119 á landsvegnum, og hin varð máldur at koyra 84 í bygdum øki. Báðir bilførararnir fingu koyriforboð.
Hetta hevur annars verið eitt friðarligt samdøgur, vistu tey á løgreglustøðini at siga í morgun.











