Russland hevur samtykt eitt lógaruppskot, sum letur upp fyri, at starvsfólk í bankum kunnu luttaka í verjuni móti ukrainskum dronuálopum.
Tað veit tíðindastovan AP at siga í dag.
Lógarbroytingin áleggur bankum at seta upp anti-dronuskipanir fyri egna rokning, og nýggja lógin loyvir bankafólki at skjóta dronur niður.
Sagt verður, at tað eru bankar næstan í hvørjum einasta býi í Russlandi.
- Russland væntar, at dronuálopini úr Ukraina bara fara at gerast fleiri.
Tað sigur Thomas Withington, sum starvast hjá greiningarfyritøkuni, RUSI.
Hetta sigur hann við AP-tíðindastovuna, sum eisini ber tíðindini um lógarbroytingina í Russlandi.
Thomas Withington heldur, at nýggja lógin, sum loyvir bankafólki at skjóta dronur niður, er eitt tekin um, at russiska loftverjan svíkur.











