Øðrvísi airbrush framsýning

Skírisdag verður fernisering í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, tá Ragnar Østerø letur upp framsýning.

 

Framsýningin fevnir um 14 málningar, har motivini eru gamla Havnin, sluppir og fuglar. Ragnar nýtir eina sokallaða airbrush, tá hann málar. Tað merkir, at málingin verður sproytað á lørift við einum kompressara.

 

Áhugan fyri at mála fekk Ragnar frá pápa sínum, Hera Simonsen, sum greiddi honum frá perspektivi og proportiónum, tá Ragnar var ungur. At byrja við arbeiddi Ragnar við vatnlitum, seinni bleiv tað oljumáling, áðrenn hann fór undir at mála við airbrush.

 

Tey eru ikki mong, sum nýta airbrush í Føroyum, so Ragnar er í stóran mun sjálvlærdur. Hann hevur onkuntíð fyrr verið við á onkrari framsýning, men hetta er so fyrsta ferðin, at hann sýnir fram einsamallur.

 

Framsýningin letur upp í Smiðjuni í Lítluvík 28. mars klokkan 12, og er hon opin eina viku fram.