Eitt heldur øðrvísi tiltak er á skránni í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 1. oktobur. Talan er um leikin "Føniksferðin um kynstrið at doyggja og rakna við av nýggjum".
Fyrireikarar lýsa framførsluna á hendan hátt :
-Stórfingin framførsla við sangfuglinum Eivør Pálsdóttur, nútíðardansaranum Rejo Kela og sjónleikarakvinnuni Mariu Ellingsen, ið hvør á sín hátt endurlívga eina myndríka søgn. Áskoðarin verður leiddur inn í eina dreymaverð har sangurin dregur á gandakendan hátt við takti og tónum, dansarin og sjónleikarin trína á pallin, og áskoðarin fer á flog.
Les meira um tiltakið á Facebooksíðuni her: www.facebook.com