Ørvísi leikir á Tjóðpallinum

Vikuskiftið 15. og 16. mars skipar Leikarafelag Føroya fyri sonevndum LeikREAD tiltaki á fyrsta sinni.

Staged Reading - ella pallsett leikritalesing - er ein framførsluháttur innan leiklist, har leikritið er í fokus. Venjingartíðin er stutt, einans tvær ferðir fýra tímar við hvørjum leikverki, sum síðani verða framførd fríggjakvøld og leygarkvøld.

Saman við leikstjóranum geva leikararnir teirra tulking av leikritunum.

Leikirnir, ið verða framførdir nevnda vikuskifti, eru hesir:

EINGIN MØTIR ONKRUM eftir Peter Asmussen (DK), Ria Tórgarð týddi HØSNARUNGARNIR eftir Braga Ólafsson (ÍS), Turið Sigurðardóttir týddi

MIRA FER FRAMVIÐ eftir Martinu Montelius (SV), Laura Joensen týddi

MEGAN eftir Tumas Timonen (FI), Hans Tórgarð týddi

EG HVØRVI eftir Arne Lygre (NO), Bergur Rasmussen týddi

Flestu av okkara allarfremstu leikarum verða við í tiltakinum. Nevnast kann Eyðun Johannesen, ið júst hevur vunnið ein Robert, og systur hansara Annika. Ein onnur Annika, nevniliga Hoydal, verður somuleiðis viðEisini koma tey bæði sjónleikaralesandi í Íslandi, Mariann Hansen og Nicolaj Falck heim at verða við, umframt tað mesta av tí besta herbúgvandi.

Leikarafelag Føroya sigur, at framførslurnar eru ókeypis, men minnir samstundis á, at plássið á Tjóðpallinum er avmarkað, og tí er best at bíleggja pláss framman undan á leikread@gmail.com