Rynkeby-súkklararnir vitja á Toftum hósdagin

- Vit heita á øll, yngri sum eldri, um at møta upp og heilsa okkara  súkklarum, sum nú byrja longu ferðina til París.

Nes kommuna bjóðar nú øllum vælkomnum til Team Rynkeby-tiltak, sum verður klokkan 13.30 við Undirhúsið á Toftum.

 

- Vit fara at skipa fyri einari hugnaligari móttøku. Borgarstjórin bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð, og Steintór Rasmussen og Pætur við Keldu fara at framføra nakrar sangir.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Kommunan fer at bjóða kaffi/te, leskidrykk og okkurt gott undir góman.

 

- Vit heita á øll, yngri sum eldri, um at møta upp og heilsa okkara  súkklarum, sum nú byrja longu ferðina til París. Um náttina fer alt liðið, 63 súkklarar og 14 tænastufólk, umborð i Norrønu.

 

Lagt verður aftrat, at leygardagin á middegi leggur Norrøna at í Hirtshals, og so verður súkklað í eina heila viku.

 

- Á ferðini til París verður súkklað í Danmark, Týsklandi, Belgia og Fraklandi. Súkklararnir koma til París leygardagin 15. juli. Tá ið túrurin er liðugur, hava teir súkklað umleið 1350 kilometrar.

 

Í Nes kommunu vísa tey á, at myndir frá París-túrinum verða lagdar út dagliga á síðuni hjá Team Rynkeby á Facebook og Instragram, og øll eru vælkomin at fylgja við har.