Flogbóltur
Hevði Mjølnir vunnið móti SÍ, høvdu klaksvíkingar verið við í avgjørda oddastríðnum, tá seinna helvt av kappingini byrjar komandi vikuskifti. Men 3-1 sigurin hjá SÍ ger, at Mjølnir er sett eitt sindur til viks í kappingini um fremstu plássini, skilt á tann hátt at teir ikki kunnu teljast millum oddaliðini. Men harvið er ikki sagt, at Mjølnir er úti úr kappingini, tí tað eru teir langt frá.
Tað er SÍ heldur ikki, og sigurin í Klaksvík ger, at teir kunnu byrja endaspælið við seks stigum eins og Fram.
Tað var annars Mjølnir, sum tók fyrsta stikkið við at vinna fyrsta sett 26-24. Men ein afturvendandi trupulleiki hjá Mjølni hevur verið, at liðið ikki tolir mótgongd serliga væl. Fer tað at ganga illa eina løtu, hava menn lyndi til at fara niður við høvdinum og brúka ov langa tíð til at koma fyri seg aftur.
Hetta hendi eisini í næsta setti, tá SÍ fekk betri skil á sítt álopsspæl og vann settið rímiliga trygt.
Í triðja setti var tað aftur Mjølnir, sum kom betur frá byrjan og legði seg á odda 6-1. Hesa løtuna var tað serliga blokkurin hjá Mjølni, sum steðgaði atsóknunum hjá sørvingum. Mjølnir helt seg eisini frammanfyri ein stóran part av settinum, men so fekk SÍ fótin fyri seg. Tað bleiv tætt, men útiliðið dró longra stráið og legði seg framum í settum.
Sum dysturin leið í Klaksvík, bleiv tað alsamt meira týðiligt, at SÍ hevði fleiri streingir at spæla uppá enn Mjølnir. Klaksvíkingar komu í neyð av jumpservunum hjá SÍ, og serliga Borko Ilic servaði væl. Kanturin hjá Mjølni vann ov lítið, og sørvingar kundu uttan stórvegis hóvasták vinna hetta settið og avgera dystin. Ein týdningarmikil sigur, sum ger, at teir eru á odda saman við Fram, tá endaspælið byrjar næsta leygardag. Tá skal eitt umfar spælast (Fleyr-ÍF og SÍ-Fram), og so kemur jólafriður yvir kappingina, sum ikki fer í gongd aftur fyrr enn 12. januar. Men áðrenn tað verður Mjølnir-kappingin í Klaksvík, har finnast skal útav, hvør skal spæla móti SÍ í steypafinaluni í februar.