SÍ-Fleyr 3-0: Avgerandi bóltarnir og samrøða (FM1)

(FM1) Hoyr Vivian Joensen hjá SÍ seta orð á sannførandi 3-0 sigurin hjá SÍ á Fleyr

SÍ er nýtt oddalið í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti. Tað eru sørvágskvinnur aftaná at hava smurt Fleyr av 3-0 í trimum sannførandi settum.

 

Settmunurin var so greiður sum 25-16, 25-13 og 25-16.  Tað var bara í fyrsta setti, at Fleyr var væl við í byrjanini. Liðini fylgdust til støðuna 13-13, men eftir tað tók SÍ yvir, og sørvágskvinnur sleptu ikki takinum aftur. 

 

SÍ er oddalið við 23 stigum, Fleyr er nummar tvey við 22 stigum. Mjølnir hevur 18 stig á triðja plássi, og KÍF er nummar fýra við 14 stigum. TB hevur 12 stig og Dráttur er aftast við einum stigi. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Vivian Joensen hjá SÍ, ið avgjørt heldur, at SÍ kann sigra á Fleyr aftur komandi leygardag tá liðini møtast í steypafinaluni í høllini á Hálsi í Havn.

 

HERber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við venjaran hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen bæði um dystin og um út av lagi vánaligu umstøðurnar SÍ hevur við bert einari lítlari skúlahøll.