Ættin hjá pápa.
Pápi mín var Sjúrður á Rætt við Gjógv. Hann var sonur Olrik Christiansen. Mamma hansara æt Kristina úr Jógvansstovu við Gjógv og var gift niðan á Rætt.
30. apríl í 1870 gingu tveir bátar burtur við Gjógv við 16 monnum. Abbi var ikki við, men tveir beiggjar abba. Tann eldri var Hans Christoffur og var giftur við Kristinu. Tann yngri beiggin, sum bert var 16 ár, æt Jóan Jakku. Kristoffur var nokkso nýliga giftur, í 1869. Omma var við barn, og hon átti so eina dóttur 22. oktober 1870, og hon varð kallað Hansina Kristina Jacobina. Hansina Kristina var eftir Hans Christoffur og Jacobina eftir Jóan Jakku. Hon var mamma Gull-Símun, sum var kendur útróðrarmaður í Havn í mong ár.
Nøkur ár seinni giftist omma uppaftur við Olrik, abba. Tey blivu so verandi á Rætt. Tey fingu fýra børn saman. Fyrst eina dóttur, sum æt Elin Maria eftir ommu síni á Rætt, sum var slektað av Eiði uttan úr Húsinum. Hon giftist til Gjáar við Kristiani á Rætt. So fingu tey ein son, sum æt Óli Andrias eftir abba sínum í Jógvansstovu, sum æt Andrass ella Andrias og eftir einum beiggja hennara, sum var deyður av tuberklum, og sum kallaðist Óli.
So fingu tey aftur ein son, sum æt Kristian, eftir abba sínum á Rætt. Yngsta barnið, ið var pápi, sum varð kallaður Sjúrður eftir mammubeiggja sínum í Jógvansstovu, sum var burturgingin við Samløguni, sum gekk burtur 20. mars 1884 við 8 monnum, bert 14 ár eftir vanlukkuna í 1870.
Omma átti bert tveir beiggjar, og báðir eru deyðir ungir. Pápi hennara var eisini deyður, tá yngsta barnið var 6 ára gamalt, og tá var omma 20 ár. Tey vóru seks systkin í Jógvansstovu. Hetta var so slektin hjá pápa.
Ættin hjá mammu
Mamma og pápi vóru einki petti í slekt, hóast tey bæði vóru gjáarfólk. Mamma var dóttir Jógvan í Jákupsstovu. Mamma hennara æt Birita Klein. Hon var slektað úr Sjúrðarstovu við Gjógv og giftist so inn í Jákupsstovu. Tey fingu so fimm børn. Ein var Andrias, Dia kallaður, sum gjørdist nærum 102 ár. Síðan Malena eftir Maluni, ommu míni í Sjúrðarstovu. Hon var slektað úr Oyndarfirði, men var gift til Gjáar. Maður hennarara var Andrias Klein, og omma mín Birita mintist ikki pápa sín. Hon var eitt ár, tá ið hann doyði av sjúku. Tey vóru fýra systkin. Poul Klein var ein beiggi, ein æt Elspa og tann elsti æt Jóan Petur. Hann doyði í bestu árum av tuberklum. Henda Elspa giftist so við Óla Debes, tá ið hon var 49 ár. Hon var triðja kona hansara.
Mostir mín Lena, hon var næstelst, giftist niðan á Rætt við Óla Andriasi pápabeiggja. So var tað mamma, hon æt Katrina eftir ommu síni í Jákupsstovu. Hon var slektað úr Svínáum og gift til Gjáar. Maður hennara æt Heini, men hann doyði í ungum árum. Hon var tó verandi við Gjógv. Triðja systirin æt Andrea. Hon giftist við Kristian á Fløtti við Gjógv, sum var skipari. Mamma hansara var slektað úr Jákupsstovu og gift við Petur Jakku á Fløtti. Tey vóru systkinabørn. Hon var systir abba, Jógvan í Jákupsstovu. Hon átti fyrst Kristian. Trý ár seinni átti hon ein son, sum æt Aksel. Hon doyði einar tríggjar vikur aftaná, at hann var føddur. Yngsta barnið hjá ommu og abba var mammubeiggi mín, Petur. Hann giftist inn til Klaksvíkar við Thalu, dóttur Samson.
Fýra systkin
Vit vóru fýra systkin. Eg var elst og eiti Kristina Sofía, sum er blivið til Dinnafía. Eg eiti Kristina eftir ommu míni á Rætt, og Sofía eiti eg eftir einum systkinabarni mammu, sum var deyð av tuberklum, og sum var dóttir Poul Klein. So er tað Jógvan beiggi. Han eitur eftir abba í Jákupsstovu. Ein annar beiggi æt Óli eftir Olriki á Rætt, abba sínum. Pápi segði, at rætta navnið var Óli. Hildið var, at Olrik var fínari enn Óli. So átti eg eina systur, sum æt Birgitta Maria. Hon var gift inn til Klaksvíkar við Harry Matras. Bert eg sjálv livi eftir av systkjunum.
Pápi var fiskimaður
Pápi var fiskimaður, og hann var fyri tað mesta við beiggja sínum Óla Andriasi, sum var skipari. Eitt skip, teir vóru við, var Star of Hope í Fuglafirði. Eg veit ikki um gamli Sámal Petur átti tað.
Men fyrst eg minnist, at pápi var til skips, var eg 5 ára gomul. Hann var tá við Arizonu. Tá var hann saman við Andriasi í Tarti, hvørs lívssøga hevur verið prentað í FF-blaðnum og í Sosialinum. Tað var Lorvíks Jóannes (Johannesen), sum átti skipið, og FF-blaðið hevur eisini havt frásøgn hjá dóttur hansara Doru m.a. um skipini hjá Jóannes.
Tað gekk nokk ikki so væl at fáa pengarnar tá í tíðini. Tíðirnar hava vist ikki verið tær bestu. Eg minnist, at mamma og pápi plagdu at tosa um hetta. Pápi hevði bílagt sær einar svartaskógvar, og so hevði hann ongar pengar fingið. Tá minnist eg, at pápi segði: “Bara svartaskógvarnir ikki eru farnir.” Men pengarnir, teir komu so. Jóannes var ein ordiligur maður. Hann átti ikki bara Arizonu, hann átti eisini Kristiannu og Ortariu.
Fyrsta grind í 28 ár
Í 1925 og 1926 førdi Óli Andrias Langanes, og í 1926 var tað, at ein grind kom í Funningsfirði, tá teir skuldu fara avstað. Tá hevði grind ikki verið í Funningsfirði í 28 ár. Hetta kom sum rímiligt er væl við hjá fólkinum.
Tað var so ofta, at skip lógu á Funningsfirði. Her lá Langanes eisini. Tað er meðan teir liggja her, klárir at fara, tá kom henda grindin.
Eg fari upp í skúla henda morgunin og síggi, at tað eru so nógvir bátar undir Kalsoynni. Tá var tað grind, og teir róku grindina suður eftir Djúpunum. Manningin á Langanesi fór til gongu til Funnings. Grindin var komin so langt inn, tá vendir hon út aftur, og teir á Langanesi kastaðu kol fyri at fáa grindina at venda inn aftur. Tað eydnaðist, og hon doyði. Tað vóru yvir 500 hval.
Tað var óført. Jarðarhvalurin var ikki farin av tá, tað hendi í 1932. Tey, sum áttu jørð, fingu serligan part, og tey fingu so forferdiliga nógva grind, tí øll jørðin við Gjógv var ogn.
Omma og abbi á Rætt áttu nógva jørð, og tey vóru tískil millum tey, sum fingu serliga nógva grind, og hetta kom eisini teirra børnum til góðar.
At síggja oman í Gjónna tá, á tann matur! Gjógvin var full av grind. Men hon kom tó øll til høldar. Tað bar ikki til at koyra mat burtur. Ein stórur partur varð saltaður í tunnur, men grind varð eisini hongd upp at turka. Serliga tey, sum áttu jørð, høvdu nóg mikið av grind fyri árið og meira enn tað.
Grindin var førd til Gjáar við einum skipi úr Suðuroy, “Vigelant”, sum Viberg førdi.
Spanska sjúkan
Tískil fóru teir ikki avstað við Langanesi beinanvegin. Tað verður grindadansur í Funningsfirði, og honum mátti bíðast eftir. Tað vóru eisini funningsmenn við skipinum. Aftan á dansin verður farið avstað. Tá ið teir koma millum Ísland og Føroyar, legst fólkið sjúkt, og tann fyrsti, sum legðist, var Sigfred í Funningi. Hann hevði verið í dansi í Funningsfirði og er helst smittaður har. So løgdust teir hvør eftir annan av sponsku sjúku, sum er eitt slag av ringari influensu, og sum eisini var sera ring her, og sum gekk um allar Føroyar og eisini úti í heimi.
Teir vendu aftur, og skipið kom á Havnina, har doktari kom umborð. Fyrsta medisin, teir fingu, var konjakk! Eg minnist væl, tá ið vit fingu hesi boðini. Systir Olrik kom niðan til okkara og fortaldi, at Langanes var komin inn aftur, og at pápi og gubbi, Óli Andrias, vóru báðir farnir á hospitalið við lungabetendilsi. Hetta var ikki gamansleikur tá tí tíðini, áðrenn pensilinið var uppfunnið, og ofta doyðu fólk av hesum. Pápi var so forferdiliga ringur, og hann mundi doyð. Gubbi kundi ikki fara avstað aftur sama túrin, og hann bleiv verandi á hospitalinum. Pápi fór ikki avstað fyri árið. Hetta hevur verið ein rættiligur fíggjarligur smeitur fyri húsið, og tá var einki sum æt sjúkrapeningur og almannahjálp!
Men tað var so heppið, at tað var nógv ogn hjá ommu og abba á Rætt. Her høvdu tey eisini neyt, og eg minnist, at tey hava havt tríggjar kýr, so her var nóg mikið av mjólk til okkum eisini. Síðan varð skift, og vit fingu eina kúgv.
Bestimaðurin var av Eiði, Klæmint í Stovuni, hann gjørdist so skipari. Hetta var í apríl, sama ár sum kirkjubasarurin var við Gjógv. Fólkið við Gjógv gjørdist eisini so sjúkt. Omma mín á Rætt var 80 ára gomul. Hon legðist í songina, sum fólk ofta gjørdu fyrr, og hon doyði stutt eftir.
Eg og mamma blivu ikki sjúkar.
Fingu feskan kalva úr dammi
Eg minnist, at í 1927 førdi Óli Andrias Aleksandru, sum ikki hevði motor. Tað vóru so mong skip, sum tá ikki høvdu motor, men tey fingu motor stutt eftir. Aleksandra hevði damm, sum Arizona eisini hevði. Skipini við dammi fiskaðu upp í dammin á endanum av túrinium. Fiskurin var avreiddur livandi í útlandinum, og hetta loysti seg eisini væl. Eg minnist, at vit fingu ein feskan kalva, og at pápi segði við meg, at hann hevði svomið í damminum.
Rindaðu keypmanninum í hondina
Tað var eitt, sum var øðrvísi við at búgva t.d. við Gjógv og so í teimum stóru reiðarabygdunum. Í hesum bygdum vóru fiskimenninir bundnir at reiðaranum, tí hann hevði handil. Her var eisini keypt og skrivað, inntil avrokningin kom, og tá var sjáldan nakað eftir. Her komu fiskimenn at verða meira bundnir at reiðarínum, og tískil var nærum einki, sum kallaðist kontantir pengar.
Hetta bar ikki til við Gjógv, har keypmenninir einki høvdu við reiðaríini at gera. Men eg minnist einki til, at vit vóru verri fyri av tí. Heima hjá okkum høvdu vit altíð nógv mikið av reiðum peningi, so tað vit keyptu kundi gjaldast í hondina, og tey flestu áttu eitt sindur umframt.
Inntøkan var nú heldur ikki so vánalig, tí pápi fiskaði væl. Hann var altíð bestur at fiska, og í sjálvdrátti vórðu fiskimenn eisini løntir í mun til talið av fiski, hvør einstakur maður dró.
Eg minnist, frá tí eg var barn, at eg eina ferð hoyrdi mammu og pápa tosa saman, tá vit vóru uppi um morgunin. Pápi segði: “Eg havi fortjent so nógv í ár, ikki minni enn 900 kr.” Hetta var nógv tá í tíðini, tá 600 kr varð roknað sum ein vanlig inntøka hjá fiskimonnum. Hetta vóru nokk eisini góð fiskiár, og tað lá eisini væl fyri hjá pápabeiggja sum skipara at fáa fisk.
Nóg mikið at gera heima
Tá pápi var burtur, lá alt arbeiðið við hús á teimum, sum vóru heima, og her var jú nóg mikið at gera fyri hvørja hond. Men tá skipini komu aftur av Suðurlandinum, plagdi pápi at seta epli niður og skera torv. Alt annað var arbeiðið hjá konufólkinum. Eitt stórarbeiði var hoyggingin, og her máttu øll, eisini børnini, hjálpa til. At sláa var mannfólkaarbeiði. Olrikur og Jógvan beiggi máttu sláa frá tí, teir vóru 12 og 10 ára gamlir. Teir vóru systkinabørn í báðar ættir. Tað vóru fýra fóður at hoyggja. Olrik var javngamal við meg, og hann er nú her á Mørkini saman við konuni Gunnhild, dóttir Dánjal Klein. Mamma og mostir bóru alt inn. Tað ber illa til at ímynda sær alt hetta arbeiðið við hoyggingini.
Eg minnist eina gomla kona, tá ið eg fór at keypa eitt kvøldið. Hon helt, at vit oyðiløgdu hesar dreingirnar við at lata teir sláa alt. Men ikki bilti kortini, og teir gjørdust raskir menn.
At ganga til neyta
Eitt stórarbeiði var eisini at ganga til neyta, og hetta gjørdu konufólkini. Neytini vóru øll í haganum á sumri. Nógv teirra vóru á Ambadali, meðan onnur vóru heimanfyri. Hesi vóru kallað Niðansneyt, meðan tey á Ambadali vóru Omansneyt. Tað var so stríggið at ganga á Ambadali, meðan tað var lættari at ganga Niðansneyt. Tey á Rætt og í Jákupsstovu høvdu Niðansneyt. Tey, sum høvdu eina kúgv, vóru til neyta fjórða hvønn dag, meðan tey, sum høvdu tvær kýr, vóru annan hvønn dag. Hetta var ein skiftisskipan millum neytakonurnar, at tær mjólkaðu hjá hvørjum øðrum og mjólkaðu tískil fýra kúm hvørja ferð. Mjólkin fór í hvør sína dyllu. T.v.s. at tá fýra kýr vóru mjólkaðar, hevði neytakonan fýra dyllur, tvær á bakinum og eina á hvørjum armi.
Sjálv fór eg at ganga til neyta, tá eg varð konfirmerað 14 ára gomul. At ganga norður á Ambadal var ein tími hvønn vegin. Tað kundi vera misjavnt, hvar neytini lógu, men roknast skuldi við trimum tímum fyri ferðina, og við byrði var tað eisini tungt at ganga. Lógu neytini niðri á Dalinum, var tað eisini mótbrekka at ganga niðanaftur, og tað við byrðu. Farið var til neyta á morgni og kvøldi, tískil fóru 6 tímar um dagin við hesum.
At ganga til Niðansneytini var styttri, men kundi eisini vera tungt, tí neytini gingu so víða um. Tað kundi eisini henda, at mjørki var, og tá kundu neytini vera sera ring at finna.
Tá eg var 16 ár, høvdu vit bara eina kvígu, sum kálvaði so seint. Mamma gekk til neyta fyri ommu í Jákupsstovu og eisini fyri tey á Rætt. Tá kom ein kona og spurdi, um vit vildu ganga til neyta uppá kúnna hjá teimum. Afturfyri skuldu vit fáa helvtina av mjólkini. Tá plagdi eg at fara.
Ofta hava fólk ræðst tarvar. Men eg minnist einki til trupulleikar av teimum. Teir gingu ofta saman við neytunum uttan at vera til ampa. Men mamma fortaldi onkuntíð um illar tarvar.
Í 1934 kom so ein regla um, at øll neytini skuldu liggja á Ambadali, men bert inntil 20. juli. Neytini á Ambadali mjólkaðu nevniliga so grúiliga væl í mun til neytini, sum lógu heimanfyri. Tískil skuldu øll hava møguleika fyri at hava neytini á Ambadali eins leingi, og so skuldu øll rekast heim um, og so skuldu hinir hagarnir hava neytini. Neytini kundu ikki liggja ov leingi í sama haga, so komu tey at ganga grasinum ov nær. Tískil komu øll at vera líka fyri.
50 børn í skúlanum.
Tað mesta eg veit um, hava verið 284 fólk við Gjógv. Tá vóru eisini so nógv børn. Eg minnist ikki neyvt talið á børnum, men eg minnist, at í elsta klassanum vóru vit einaferð 13 gentur, men ikki so nógvir dreingir. Í miðal mundu vera um 50 børn í skúlanum. Nú eru tey 2-3! Alla mína tíð var Johan Kallsoy einsamallur lærari. Hann var ættaður av Eiði, og gjørdist seinni lærari har. Hann var ein kendur politikkari og var tingmaður fyri sjálvstýrisflokkin í mong ár.
Undan míni tíð hevði Reynberg verið lærari bæði í Funningi og við Gjógv. Hans Marius Eidesgaard hevði eisini verið lærari við Gjógv. Tá mamma gekk í skúla, var Óli Dahl, vanliga kallaður Bedd-Óli, lærari við Gjógv. Hann var giftur til Funnings og slektaður úr Beddustovu í Dali. Men hann var bert aðru hvørja viku við Gjógv. Tá gisti hann í ymsum húsum í bygdini. Tá ið hann fór frá í 1912, kom ein úr Havn, sum æt Louvisa. Hon gisti í Lon.
Tá ið eg gekk í skúla, vóru tríggir klassar. Yngsti klassi, miðlinga klassi og elsti klassi.
Miðlingaklassi og yngsti klassi vóru í skúla týsdag, hósdag og leygardag. Elsti klassi var mánadag, mikudag og fríggjadag. Yngsti klasssi fór inn, tá miðlingaklassin fór út. Miðlinga- og elsti kassi fóru í skúla kl 8 á sumri, og í november byrjaðu teir at fara í skúla kl. 9. Í mars fóru tey aftur í skúla kl. 8. Sum sagt, var Kallsoy ein sjálvstýrismaður, so vit lærdu eisini føroyskt í skúlanum. Vit høvdu føroyska mállæru og lærdu eisini at skriva føroyskt.
Annars var tabell tað fyrsta, vit lærdu í skúlanum. Um tann, sum ikki dugdi tabell, varð sagt, at hann fór heldur ikki at duga at rokna. Eg var rættiliga býtt, tá ið børnini hjá okkum fóru at ganga í skúla, at tey ikki lærdu tabell á sama hátt sum vit. Teirra lærari var Hans Kristiansen, men hann var eisini góður lærari, so nakað nógv kom kortini burturúr.
Tá Kallsoy var farin, kom ein suðringur Erling Mortensen, og var hann eisini lærari hjá okkara børnum. Hann føldi eisini ábyrgd fyri børnunum aftan á skúlatíð og royndi at fáa tey inn í hampiligari tíð um kvøldarnar. Hann var kortini ikki leingi við Gjógv.
Tá var tað, at Hans kom. Hann og Jógvan beiggi vórðu lidnir sum lærarar í 1950. Hans fór niður á læraraháskúla, og tá hevði hann Poul Ejde fyri seg sum vikar. Hann var eisini góður lærari, og lærdi børnini hjá okkum væl. Poul var sonur H.C.W. Tórgarð, kendur havnarmaður, men var ættleiddur av mostur síni, Mariu Ejde, sum var lærari í Funningi í eitt mannaminni. Hon var kend sum mentakvinna, og gjørdist 100 ár. Mentaður var Poul eisini, og var serliga góður kvøðari og góður við føroyska dansin. Ikki av ongum var hann kallaður Dansi-Pól, eitt heiðursnavn. Hann giftist seinni við Hjørdis Thomsen av Geilabø í Norðragøtu, men tey doyðu bæði í besta aldri.
Sjúrður, sonur okkara, gekk í skúla hetta árið, Poul var við Gjógv. Tá Sjúrður var til upptøkuroynd á læraraskúlanum var Poul próvdómari.
Komandi partur um Acorn
Í komandi parti greiðir Dinnafía frá, hvussu tey við Gjógv upplivdu skaðatilburðin umborð á Acorn í 1928, tá sjey mans, her av fýra gjáarmenn, brendu til deyðis. Vit kunnu siga beinanvegin, at hetta er ein einastandandi og ógloymandi frásøgn.