Søgan og gamla Havnin

Havnin er ein hugnalig kulla. Tað er stuttligt at ganga í havnargøtum og hugaligt at ferðast í tí gamla býarpartinum millum Eystaru vág og Vestaru vág.

Tíbetur hevur tað eydnast Tórshavnar Kommunu at varðveita mong av teimum gomlu húsunum og smogurnar í Gongini, úti á Reyni, á Bakkhellu og harumvegir.

Hevði kommunan ikki havt so hepna hond at bøta um, hevði hesin fyrr so lívligi og spennandi býlingur verið rotnaður og brotnaður niður. Hann hýkur væl og virðiliga uppi enn og er eitt virðismikið íkast til trivnaðin, men kanska er nakað deydligt har úti í dag. Har kundi verið meiri lív.

Tað er í lagi, at fólk hava fingið nøkur av húsunum at búgva í. Tað tryggjar eitt ávíst lív og hugna, men til tess, at eitt rættiligt lív skal vera har, er neyðugt at brúka summi av húsunum til annað enn bústaðir. Tað kann hóskandi verða gjørt á tann hátt, at fólk og feløg fáa møguleika fyri at skipa fyri virksemi í húsunum, sum standa tóm.

Har kann onkur café latast upp við møguleika fyri tónleiki. Har kann gerast ein matstova ella fleiri, og hví ikki loyva eini fittari ølstovu í sjálvum Ydun, har teir bryggjaðu og drukku øl í farnum tíðum?

?Tað surrar ein fluga í Ydun í dag?, yrkti skaldið Christian Matras á sinni um ein strævnan mánadag í Ydun. Flugurnar kundu kanska farið at surra aftur; nú saman við ófyribeindum vespum.

Søvn kunnu eisini vera í gomlu Havnini. Tórshavnar Býráð hevur ikki rættiliga fingið um endan, tá tað snýr seg um at vísa fram og lýsa býarsøguna og landssøguna.

Grannarnir í Íslandi eru fleiri rossalongdir frammanfyri okkum. Tú kemur ikki til tann minsta bei, sum ikki hevur eitt áhugavert savn um fólk og vinnuvegir sínar. Mangt og hvat er varðveitt í Havn, men fáur veit um tað, og so at siga ongin sær tað.

Ydun kann hýsa bryggjara- og bakarasavninum, prentsmiðjusavnið kann vera í teimum gomlu húsunum hjá Bókhandlinum í Gongini, elektriska savnið í húsunum hjá Wellejus, embætismannasavnið í einum gomlum embætismannahúsum, almugusavnið í einum sethúsum ella fleiri o.s.fr.

Fara vit heilt út á Tinga-nes, sum framvegis hoyrir til Havnina, skuldi onki verið til hindurs fyri, at eitt savn, sum lýsir tann Kongliga Einahandilin úti í Havn, fær innivist í onkrum av bygningunum, sum handilin var í, nú umsitingin kortini er farin út um allan býin.

Tí søgan hevur stóran týdning - bæði sum ræðumynd og kveikjari.


Jógvan Arge

valevni tjóðveldisfloksins

til Tórshavnar Býráð