Valkanningar
20. november var fólkatingsval í Føroyum og restina av kongaríkinum. Í Føroyum fóru fólk av húsum, og valluttøkan var eisini avbera góð. Heili 26.393 fólk vóru á valinum. Hetta gav eitt valluttøkuprosent upp á 79,72.
Á størsta valstaðnum í landinum, Ítróttarhøllini á Nabb, skipaði Sosialurin fyri einari sokallaðari Exit Poll kanning. Í einari tílíkari kanning snýr tað seg um at fáa eina meting av, hvussu fólk hava atkvøtt. Fólkið verður spurt á veg úr valstaðnum, um tey vilja luttaka í einari tílíkari Exit Poll. Vanliga hevur mannagongdin verið tann, at fólk eru spurd, tá ið tey eru á veg út um dyrnar. Úrslitini er síðani almannakunngjørt, tá ið valhølið er latin aftur. Í størri londum, har tað oftani tekur rættiliga langa tíð við at telja atkvøðurnar eru tílíkar kanningar oftani við til at økja um spenningin sjálvan valdagin.
Kanningin hjá Sosialinum á Nabb var øðrvísi á tann hátt, at úrslitið av kanningini leypandi varð lagt út á heimasíðuna hjá Sosialinum(www.sosialurin.fo). Hetta skapti mikið rok, og síðan varð eisini so mikið væl vitjað, at Sosialurin varð noyddur at leggja um, soleiðis at tey mongu vitjandi fingu fylgt við.
Síðani eru kærur latnar inn um málið.
Kærur
Hin 20. november 2001 letur Høgni Hoydal ríkisumboðinum eina kæru um fólkatingsvalið á valstaðnum á Nabb.
?Tað hevur skelkað meg ? bæði sum formaður í einum uppstillaðum politiskum flokki, sum valevni og sum veljari. Eg fari tí hervið at kæra um, at loyvi er givið til slíka kanning, skrivaði Høgni Hoydal m.a. í sínari kæru.
Burturúr hesum kann lesast, at Høgni Hoydal kærir, at loyvið er givið, og harvið valnevndini, sum hevur givið loyvi.
Høgni Hoydal nevnir í kæru sínari, at tað eru tríggjar orsøkir til, at hann hevur valt at kæra loyvið, sum varð givið til eina Exit Poll kanning:
1.Hetta er eftir mínum tykki í stríð við allan anda í eini valskipn, sum skal tryggja, at ein og hvør skal atkvøða eftir sínari sannføring, og at tað bert er valstýrið, ið ger úrslitið upp av valinum, tá seinasta atkvøðan er latin...
2.Hetta er eftir mínum tykki eisini í stríð við vanliga og hevdvundna siðvenju um, at møguleikin hjá politiskum flokkum ella valevnum at ávirka veljararnar nærhendis valhølunum, verður avmarkaður...
3.Vandin fyri, at fólk kunnu sita á valstaðnum og hyggja at, hvør leggur atkvøður í kassan og síðani gita um, hvussu útslagið er á internetinum, tykist somuleiðis stórur.
?Samanumtikið er hetta eftir mínum tykki í stríð við alla demokratiska siðvenju. Hetta verður hervið kært við umbøn um, at hetta verður steðgað.
Hin kæran kom frá Ólavi Petersen á Argjum. Hansara kæra varð latin inn 22. november 2001.
Hann sigur m.a. (í danskari umseting):?Undertegnede vil hermed klage til folketinget, om den ulovliga måde Exit Poll prognoserne fra Torshavn blev foretaget på, og at de blev fremlagt hele valgdagen.?
Aftursvar
Í sambandi við fólkatingsval í Føroyum er LOV NR. 458 AF 30. JUNI 1993 OM FOLKETINGSVALG PÅ FÆRØERNE, SOM ÆNDRET VED BEKENDTGØRELSE NR. 506 AF 13. JUNI 1994 OG BEKENDTGØRELSE NR. 792 AF 17. OKTOBER 1997 galdandi. Talan er um eina ríkislóg, ið bert Fólkatingið hevur heimild til at broyta.
Indenrigs- og Sunhedsministeriet hevur viðgjørt málið, og gjørt tilmælið til Fólkatingið hin 3. desember 2001.
Í skrivunum frá Indenrigs- og Sunhedsministeriet (bæði eru so gott sum líka) stendur sum niðurstøða:
?Efter Indenrigs- og Sunhedsministeriets opfattelse var det således ikke i overensstemmels med de nævnte valgretlige grundsætniger om neutralitet, at der i selve valglokalet blev foretaget meningsmålinger efter vælgernes stemmeafgivning?.
?Indenrigs- og Sundhedsministeriet kan endvidere oplyse, at der efter ministeriets opfattelse ikke af forbuddet i loven mod foretagelse af stemmeoptælling og offentliggørelse af resultatet inden kl. 20 på valgdagen kan udledes et forbud mod offetnliggørelse af sådanne meningsmålinger, inden afstemningen på valgdagen er afsluttet.?
Hetta merkir, at innanríkismálastýrið ikki gevur teimum báðum kærarunum viðhald, men tó viðmerkir, at tað ikki heppið, at gera slíkar kanningar á sjálvum valstaðnum (samsvarandi partvíst við síðsta punktið í kæruni hjá Høgna Hoydal).
Broyta í Føroyum
Í kjallarvørinum á kærunum um fólkatingsvalið hevur landsstýrið gjørt av at broyta vallógina í Føroyum. Talan er um sjey ymsar broytingar, harav ein snýr seg um Exit Poll kanningar. Loyvt verður ikki at gera tílíkar kanningar á valstaðnum, men einki forboð er sett ímóti, at kanningin leypandi verður løgd út á netið - um hon altso verður gjørd uttanfyri valhølið.
?Sosialurin hevur tikið til eftirtektar, at einki ólógligt varð gjørt sjálvan valdagin. Tað var eisini tað, ið vit fingu at vita frá mynguleikunum. At landsstýrið nú fer at gera lógarbroyting fyri at forða, at líknandi kanningar verða gjørdar í framtíðini, verður eisini tikið til eftirtektar. Vit mugu so finna fram til, hvussu vit í framtíðini kunnu gera aðrar nøktandi og áhugaverdar kanningar í sambandi valini, sigur Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum.