Føroyar eru vertir fyri Northen European Championship 2017, stytt NEC, í amboðsfimleiki. Hetta er fyrstu ferð at kappingin verður í Føroyum. Kappingin verður 21. og 22. oktober í høllini á Hálsi, og nú verður gjørt klárt í høllini, har øll amboðini eru flutt niðan úr Fimi.
Níggju lond luttaka í NEC kappingini. Tey eru Ísland, Skotland, Wales, Norra, Svøríki, Danmark, Finland, Írland og Føroyar. Tilsamans eru 82 íðkarar og talan er bæði um kvinnur og menn.
Leygardagin 21. oktober er liðkapping og all around. Sunnudagin 22. oktober eru finalurnar í hvørjum einstakum amboði. KVF sendir beinleiðis frá finalunum sunnudagin, sum eru frá klokkan klokkan 12.00 til 17.00.
Fyri Føroyar luttaka hesir íðkarir: Christina T. Arge, Astrið N. Breckman, Rebekka I. Rein, Elsbet L. Dalbø, Marý Petersen, Aron Jacobsen, Djóni Sakarisson, Rani A. Dalsgarð, Christopher Klevang og Bogi Berg.
Eisini eru føroyskar dómarar til kappingina. Tey eru Anna Margit D. Thomsen, Elinborg T. Durhuus, Vár B. Árting, Pól Esper H. Hansen og Heini í Dali.