Søgulig innsavnan

Jørgen Poulsen frá Reyðakrossi í Danmark er ovurfegin um úrslitið av innsavnanini í sjónvarpinum leygarkvøldið. Hann trúði ikki, at innsavanin fór at geva so nógv, og tískil var hann heilt málleysur, tá blaðmaðurin segði honum hvussu nógv veruliga kom inn.

? Nú kunnu vit jú opna eina heila flóttafólkalegu afturat, var fyrsta viðmerkingin Jørgen Poulsen, aðalskrivari í Dansk Rødekors hevði, tá hann var komin fyri seg aftur, eftir at blaðmaðurin hjá Sosialinum hevði sagt honum, at yvir tvær milliónir vóru komnar inn í innsavnanini í sjónvarpinum leygarkvøldið.

? Hatta er heilt ótrúligt. Eg eri vísur í, at hetta ger, at vit nú verða før fyri at opna eina heila flóttafólkalegu afturat, segði ein ovurfegin Jørgen Poulsen úr Keypmannahavn.


Sat á fundi

Eins og aðrir leiðarar, hevði Jørgen Poulsen ikki góðar stundir, tá vit ringdu til hansara í gjár, men hann vildi tó fegin práta við blaðmannin. Og tá hann frætti, hvussu nógv var komið inn í innsavnanini í Føroyum, helt hann, at fundurin saktans kundi víkja fyri slíkum gleðiligum tíðindum.

? Eg veit, at føroyingar altíð hava lyndi at geva frá sær, men eg væntaði ikki, at so nógv fór at koma inn. Hatta er jú heilt ófatiligt. Tit eru bert 45.000 fólk, so hetta merkir, at í miðal hevur hvør einasti føroyingur latið 46 krónur til hesa ávísu innsavananina, segði ein bilsin aðalskrivari í Dansk Rødekors, sannførdur um, at føroyska innsavnanin er søgulig, orsakað av góða úrslitinum.


Síggja framum sína egnu nøs

? Tað er heilt vist, at hóast føroyingar búgva ógvuliga isolerað, so síggja teir framum sína egnu nøs. Ein kundi hugsað sær tað øvugta, men tað er kanska júst tí, at tit búgva so ilsolerað, at tit geva tykkum far um umheimin, heldur Jørgen Poulsen.

Hann ynskir fyriskiparunum fyri innsavnanini hjartaliga tillukku við góða úrslitinum, og vísir á, at hann er ógvuliga takksamur fyri hjálpina. Samstundis ynskir hann at gera greitt, at hann kennir eina stóra abyrgd fyri at taka ímóti so stórari peningaupphædd og lovar hann at syrgja fyri, at peningurin verður nýttur so skilagott sum møguligt.


Kunnu opna flóttafólkalegu

Jørgen Poulsen sigur, at peningurin frá innsavnanini í Føroyum ger tað møguligt at opna eina heila flóttafólkalegu fyri kosovoalbanar afturat. ?Tað kostar umleið 300 krónur um mánaðin at halda einari flóttafólkafamilju uppi, men sjálvandi krevst meira peningur at stovna eina nýggja flóttafólkalegu, og hendan peningin hava vit nú fingið burturúr innsavnanini í Føroyum leygarkvøldið. Tí sklulu føroyingar vita, at innsavanan munar nógv í viðurskiftunum hjá kosovoalbansku flóttafólkunum.


Dupult so nógv sum í Danmark

Sambært Jørgeni Poulsen gav danska sjónvarpsinnsavnanin herfyri 46 milliónir. Hetta er sjálvandi nógv meira enn tær tvær milliónirnar, sum komu inn í Føroyum, men um roknar, hvussu nógv hvør einstakur borgari hevur latið í miðal, hava danir latið 23 krónur í part, meðan føroyingar hava latið 46 krónur.


Abyrgd fyri flóttafólkalegunum

Reyðikrossur í Danmark hevur drúgvar royndir innan flóttafólkalegur. Til dømis vóru tað danir, ið stóðu fyri einum stórum parti av legunum í Bosnia. Tískil hevur altjóða samtakið hjá Reyaðakrossi latið dønum ábyrgdina fyri legunum í Kosovo upp í hendi. Í løtuni hevur danski Reyðikrossur 20 fólk í Kosovo, og Jørgen Poulsen, aðalskrivari, sigur seg gleða seg til at kunna geva umboðunum í Kosovo boð um úrslitið í Føroyum, og siga teimum, at nú ber til at víðka um verandi legur ella at byggja eina legu afturat. Hann sigur seg vera vísan í, at gleðisróp vera at hoyra, tá hann gevur boð um innsavnanina í Føroyum.

Jørgen Poulsen sigur, at hetta er ein stævin tíð fyri fólk í Reyðakrossi, men hann sigur seg frøðast um, at tað ber til at hjálpa. Hann sigur, at hann gleðir seg til at senda heilsan til Reyðakross í Føroyum og til Sjónvarp Føroya. At enda heitir hann á blaðmannin, um at senda øllum eina hjartaliga heilsan frá sær.