Søgulig tingseta: Løgtingið hevur partvíst avtikið seg sjálvt

Henda júst farna tingsetan er heilt serlig av tveimum orsøkum. Tingið gjørdi av, at nú skuldi tað markerast sum eitt rættulig ?parlament? við tilsvarandi tign. Fyrsta stig var lønarhækkingin í vár saman við dupultum endurgjaldi fyri útreiðslum hjá tingmonnum. Tað næsta skal vera eitt glæsiligt og tignarligt tinghús.

Henda júst farna tingsetan er heilt serlig av tveimum orsøkum. Tingið gjørdi av, at nú skuldi tað markerast sum eitt rættulig ?parlament? við tilsvarandi tign. Fyrsta stig var lønarhækkingin í vár saman við dupultum endurgjaldi fyri útreiðslum hjá tingmonnum. Tað næsta skal vera eitt glæsiligt og tignarligt tinghús.

Samstundis gjørdi løgtingið tað søguligu samtykt, at landsstýrið hevur ikki skyldu at fremja løgtingslógir, sum tí ikki dámar.

Tað er fyrr skrivað um hetta mál. Men nú kann staðfestast, at løgtingið er meira eitt eiti enn eitt veruligt ting.


Løgtingið skuldi

verið hægsta vald

Samb. nýggju stýrisskipanarlógina hevur tingið tvinnar høvuðsuppgávur. Onnur er at lóggeva. Hin er at hava eftirlit við at lóggávan verður fylgd. Í hesi seinni uppgávuni hevur tingið fleiri tól. Tey eru 1. at seta fyrispurningar til landsstýrismann 2. landsstýris-málanevndin, har andstøðan hevur meirilutan, sum hevur heimild at seta kanningarstjóra at kanna ivamál og 3.misálit á landsstýrismann.

Fyri landsstýrið er annars galdandi lóg um ábyrgd landsstýrismanna, har tað er ásett revsing upp til 2 ára fongsul fyri landsstýrismann, sum skúgvar til viks tær skyldur hann hevur ella hann gevur løgtinginum skeivar upplýsingar.

Hetta merkir at allar rammur er í lagi fyri at borgararnir kunnu føla seg tryggar við politisku skipanina. Hetta er tó treytað av, at tingmenn veruliga vilja hava skipanina at virka.


Løgtingið slapp

at standa sína roynd

Spurningurin er so hvussu hetta virkar í praksis. Her er lógin um yrkisráðið fyri lønjavningargrunnin eitt gott og einfalt dømi. Lógin varð lýst 23.mai 1997 og hálvtannað ár seinni var lógin ikki sett í verk. Tískil royndi ein tingmaður tingsins eftirlitsskipan við at seta landsstýrismanninum fyrispurning um málið. Í svarinum kom greitt fram, at tað var tilætlað, at lógin ikki var sett í verk. Orsøkin var tann, at landsstýrismanninum ikki dámdi eitt ískoyti til lógina sum var samtykt av einu samdum tingi. Tískil var nýtt sum grundgeving fyri at lógin ikki var sett í verk at hetta uppskot skuldi stríða ímóti stýrisskipanarlógini. Tað er eisini rætt, at júst hetta er tann einasta gyldiga orsøk til hjá einum landsstýrismanni ikki at akta eina løgtingslóg.


Greiður dómur

yvir tingið

Ein slíkur fyrispurningur skuldi givið tinginum høvi til at geva til kennar mótvegis landsstýrinum, at ?lóg er lóg og lóg skal haldast?. Fyri at fáa staðfest hvat er rætt og hvat er skeivt hevur fiskimanna-felagið spurt ein danskan serfrøðing á økinum hvørja skyldu ein ráðharri hevur at seta eina tingsamtykt í verk, og hvørja gylduga grund hann kann hava til ikki at gera tað. Hetta er gjørt út frá teirri fyritreyt, at tað eru somu reglur galdandi í Føroyum og Danmark á hesum øki.

Niðurstøðan hjá serfrøðinginum er endurgivin aðra staðni í blaðnum, men hon er fullkomaliga greið:


1. Einhvør ráðharri ella landsstýrismaður hevur eina ótreytaða skyldu at seta ein samtykta lóg í verk uttan mun til hvat hann sjálvur heldur um hana.


2. Grundgevingin hjá landsstýrinum fyri ikki at seta lógina um yrkisráð í gildi er virðisleys. Løgtingslógin um yrkisráð er fullkomiliga í tráð við stýrisskipanina.

Hetta merkir, at landsstýrið hevur brotið § 5 í lógini um ábyrgd landsstýrismanna í hesum førum:


1. Løgmaður/landsstýrismaður hevur tilætlað skúgva til viks tær skyldur hann hevur samb. stýrisskipanarlógina og lógina um lønjavningargrunnin.


2. Løgmaður/landsstýrismaður hevur givið løgtinginum skeivar og villeiðandi upplýsingar í hesum máli.

Hvat ger løgtingið so við hesa óhoyrdu provokatión hjá landsstýrinum, har tað skúgvar til viks eina greiða einmælta løgtingssamtykt og enntá sigur ósatt fyri tinginum um sama mál. Hóast hetta skuldi verið eitt álvarsmál hjá løgtinginum, at tess lógir ikki eru meira virdar enn hetta, letst tað yvirhøvur ikki um vón. Eingin uttan spyrjaran tekur orðið og landsstýrið fær ta greiðu fatan, at løgtingið letur sær lynda hesa mannagongd.


Løgtingsmenn

undanstøkkingar

Løgmaður føldi seg enntá so tryggjan at nakrar dagar aftaná kemur løgmaður við einum uppskoti um at avtaka yrkisráðið, uttan at tað nakrantíð hevði virkað, takkað verið nevnda lógarbroti hjá landsstrýrinum. Hetta vísti seg at vera leyst og liðugt og samgongulimirnir í løgtinginum hildu tað vera í fínasta lagi at avtaka eina einmælta løgtingslóg, sum ikki var sett í verk, bert tí landsstýrinum dámdi ikki ta broyting sum løgtingið sjálvt hevði skotið upp og samtykt. Hetta má vera heimsmet í undanstøkking hjá einum tingi. T.v.s. burtursæð frá í Russlandi fyrr. Sjálveyðmýkingin av tinginum verður undirstrika av, at løgmaður undir viðgerðini av hesum løgtingsmáli gav somu skeivu og/ella villleiðandi upplýsingar, sum tá nevndi fyrispurningur varð settur fram. Og tá málið kom til 3.viðgerð visti tingið, at tað varð villleitt. Hóast hetta var eingin samgongutingmaður sum himpraðist við at atkvøða eftir paroluni.

Málið var til viðgerðar í vinnunevndini, sum nóg illa viðgjørdi málið, og sum ikki setti nakran spurning við tær grundgevingar, sum landsstýrið var komið við.


Andstøðan lítið mætari

Hetta skuldi annars verið eitt upplagt mál at taka upp í landsstýrismálanevndini, har andstøðan enntá hevur meirilutan. Henda nevndin kundi nýtt hitt tólið í eftirvirkseminum hjá tinginum, nevniliga at seta ein kanningarstjóra at kanna um alt var farið regluliga fram í hesum máli. Tað kundi verið gjørt av bert 10 tingmonnum. Men landsstýrismálanevndin tók ikki málið uppá tungu. Kanska er orsøkin tann, at vit als ikki hava nakra andstøðu yvirhøvur.


Tamilmálið

Til sammetingar kann hyggjast at hvussu eitt slíkt mál verður taklað í Danmark. Eitt gott dømi er tamilmálið. Her forðaði Erik Ninn Hansen, løgmálaráðharri, fyri, at nakrir tamilar fingu tann rætt, sum teir áttu eftir lógini. Embætismenn áttu sín leiklut í hesi mannagongd. Forsætisráðharrin villleiddi fólkatingið um málið. Úrslitið gjørdist ein kanning hjá einum ?kanningarstjóra?. Eitt úrslit av hesum var ein ríkisrættarsak móti ráðharranum. Endin á hesum máli var, at Erik Ninn Hansen var dømdur 40 daga treytað hefti fyri ikki at hava fylgt galdandi lóg, Poul Schluter mátti leggja frá sær fyri at hava villleitt fólkatingið, og embætismenn fingu sekkin fyri at hava medvirkað til hesa undirgraving av galdandi lóg.

Tað verður neyvan nakað slíkt mál aftur í Danmark í bræði. Nú vita danskir ráðharrar og embætismenn nevniliga hvat teir kunnu vænta sær um teir ikki fylgja lógum og reglum og um teir seta spurning við fólkatingið sum hægsta vald.

Í Føroyum kunnu landsstýris- og embætismenn vera tryggir.

Hesar trupulleikar eru landsstýrismenn í Føroyum spardir fyri. Aftaná at løgtingið hevur góðkent mannagongdina við yrkisráðnum er leikluturin hjá tinginum sum eftirlit við landsstýrinum reelt avtikin.

Tað kann neyvan hereftir fara at uppstanda ein støða, har løgtingið kann fara at nýta sínar heimildir á hesum øki, tá tingið fyrst einaferð hevur tikið góðtikið, at landsstýrismaður ikki nýtist at fylgja løgtingslóg, og tá løgtingið hevur tikið til eftirtektar at tað fær skeivar og villleiðandi upplýsingar í einum máli.

Niðurstøðan er tann, at fremsta treytin fyri at vit kunnu fáa fullveldi er at vit hava eitt løgting og ikki eitt ?løgting?. Her restar ótrúliga nógv í.


Óli Jacobsen