Søkja eftir leiðara til børnini

Barnatalið í Sumba er nógv økt seinastu árini

Nú fara sumbingar at søkja eftir leiðara til dagrøktina í bygdini. Talan er um eitt hálvtíðarstarv og lýsingin verður at síggja ein av fyrstu døgunum.

Sumbiar Kommuna hevur samstarvað við Tvøroyrar Kommunu um dagrøktina og tey hava havt felags leiðara.
Borgarstjórin sigur, at samstarvið hevur verið gott, men nú barnagarðurin á Tvøroyri verður bygdur út, er dagrøktin har niðurløgd, so nú eru sumbingar einsamallir um dagrøktina.

Men tað merkir so eisini at tey fara at seta ein leiðara fyri dagrøktina, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumba.

Hann sigur, at tað eru 29 børn í dagrøktini. Dagrøktin hevur hildið til í skúlanum, men í Sumba fegnast tey um, at hesi seinastu árini er talið á børnu økt so nógv, at tað ikki longur var pláss fyri dagrøktini í skúlanum.

Sostatt er dagrøktin nú fingið miðstøð í felagshúsið á fótbóltsvøllinum á Krossinum, har tey halda til – og har tey eisini stórtrívast.

Økta barnatalið er eitt úrslit av at fólkatalið í bygdini eisini er vaksið. Og nógv av teimum, sum eru løgst afturat, eru ungar familjur, sum hava verið fingið børn.

Fyri nøkrum árum síðani búðu eini 340 fólk í Sumbiar kommunu, men nú eru eini sløk 370 fólk í Sumbiar kommunu, sum eisini fevnir um Lopra, Akrar og so Víkarbyrgi, sum varð avtoftað fyri einum tíggju árum síðani.