Brúkaravernd
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað var ein feilur í pakkideildini í samband við pakkingina av kjøtinum, hevur Føroya Keypssamtøka boðað Brúkaraumboðnum frá, eftir at Brúkaraumboðið hevði tikið eitt mál upp um gamalt kjøt, sum varð keypt úr frostdiskinum hjá Føroya Keypssamtøku í Suðuroy.
Talan var um kjøt, sum var farið um síðsta søludag tann 7. oktober, og sum var keypt tann 26. oktober í ár.
Føroya Keypssamtøka hevur havt málið til hoyringar, og sigur í svarskrivi, at um rætt varð atborið undir merkingini av vøruni, so var vøran merkt sum frystivøra. Haldførið skuldi ikki verið 1 dagur, men 30 dagar. Malið oksakjøt, sum skal seljast feskt, skal merkjast kølivøra við haldføri í 1 dag og skal ikki seljast aftaná hesa tíðarfreist. Sostatt er talan um ein feil, og Føroya Keypssamtøka hevur lovað, at tað framyvir verður gjørt meira burturúr at kanna vørurnar, áðrenn tær verða lagdar fram.
»Vit harmast um mistakið og vilja royna at sleppa undan feilum av hesum slagi framyvir«, sigur Føroya Keypssamtøka.
Í Danmark og í Svøríki hevur sonn gøla verið í seinastuni um júst umpakking og sølu av alt ov gomlum kjøti. Har er avdúkað, at slaktarar umpakka kjøtið og seta nýtt haldførismerki á pakkarnar, umframt at teir, heilt lógliga, drýggja feskt kjøt heilt út til 50 dagar eftir at tað fyrstu ferð hevur verið í søludiskinum.
Har hava eisini verið lovaðir batar, men serfrøðingar vilja vera við, at enn er bara toppurin av umfatandi svikinum komin til sjóndar.
Brúkaraumboðið ger ikki meira við føroyska málið um gamalt kjøt.