Sum nakað nýtt fer Atlantic Airways at flúgva beinleiðis til Malta næsta summar. Tað skrivar Atlantic Airways í tíðindaskrivi í dag.
- 316 km2 stóra landið í Miðjarahavinum er sera væl umtókt sum ferðamannaland. Høvuðsstaðurin Valetta er á listanum hjá UNESCO yvir heimsarv, og við sínum fleiri enn 320 fornminnum á 55 hektarum er Valetta ein tann søguríkasti býurin í heiminum. So tað er ikki uttan orsøk, at Malta er valt at vera mentanarhøvuðsstaður í Evropa fyri árið 2018. Alt snýr seg sjálvandi ikki bara um mentan og søga, tí á Malta eru sjálvsagt nógvar strendur, og um summarið er sera gott veður og nógv sól, skrivar Atlantic Airways í dag.
Umframt Malta og føstu sól ferðamálini Barcelona og Mallorca, verður eisini flogið til Lissabon aftur næsta summar