Sóljudansir í Sortudíki

Um vikuskiftið kom fløga út við barnasangum eftir Alexandur Kristiansen. Hetta varð heiðrað saman við føðingardagsbarninum í Sortudíki um vikuskiftið

Har Norðurlandahúsið í dag stendur við Sortudíki, varð áður bøur og mýrilendi við sóljum.
Sunnudagurin stóð eisini í tekni sóljurnar í Norðurlandahúsinum. Um kvøldið fylti Guðrun Sólja Jacobsen stóra salin heilar tvær ferðir. Um dagin var eisini sóljudansur, men tað hevði onki við ta nú víðagitnu stjørnuna at gera.
Í sambandi við at fløgan »Sóljudansir« við løgum og yrkingum eftir Alexandur Kristiansen kom út hendan dagin, vóru løg av fløguni framførd í Klingruni.
Spælimenninir við Kristian Blak á odda spældu undir, og barnafamiljur høvdu leitað sær niðan í góðveðrinum. Sangararnir Kinna Poulsen, Unn Patursson, Kári Sverrisson og Herluf Lutzen gjørdu sítt til, at sangirnir hjá Alexandur Kristiansen komu til heiður og æru. Á gólvinum stóðu sóljutyssi í gløsum, Norðurlandahúsið bjóðaði bomm, og børnini hugnaðu sær óført.
Fuglfirðingurin Alexandur hevur gjørt nógvar yrkingar fyri børn millum ár og dag, men hetta er so fyrstu ferð, at hann eisini hevur sett løg til og givið tað út á fløgu. Yrkingarnar eru ofta smásøgur ella orðaspøl við einum stuttligum enda.
Norðurlandahúsið hevur verið ein treytaleyst succes, og húsið er fyri øll, var ein partur av boðskapinum, nú Húsið í stórum stíli helt 20 ára føðingardag um vikuskiftið. Sunnudagin sást, at eisini børnini sleppa upp í part, og gott hevði verið, um hendan succesin var endurtikin av og á. Tí tað var týðiligt, at eisini tey smæstu stórtrívast á gólvinum, har gular sóljur áður vóru.

****************
Feðgarnir báðir

Feðgarnir báðir
Stabbi og Tongul
Fóru til Áir
At Keypa ein ongul
Men krambagentan var starblind og deyv,
tí teir komu aftur
ongul í reyv

Alexandur Kristiansen
****************