Sólrun vann valið

33 ára gamla Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen úr Havn er gift við næstformanninum í flokkinum Venstre, sum gjørdist stóri sigursharrin á fólkatingsvalinum týsdagin. Hon er sjálv virkin býráðspolitikari og hevur tí havt nakrar strævnar vikur undan valinum

 

Stór gleði var á Venstre-politikarunum týskvøldið, tá tað gjørdist greitt, at flokkurin hevði vunnið ein knúsandi sigur á javnaðarstjórnini við Poul Nyrup Rasmussen á odda.

Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen úr Føroyum er gift við næstformanninum í Venstre, Lars Løkke Rasmussen, og hon var sum vera man sera fegin um sigurin.

? Eg roknaði við einum stórum sigri, tí veljarakanningarnar undan valinum góvu Venstre stóra undirtøku. Hinvegin roknaði eg ikki við, at vit fóru at fáa so gott úrslit á amts- og kommunuvalunum, sum eisini vóru henda dagin, sigur ein fegin Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen eftir sigurin hjá hennara flokki.

Hon heldur, at fólk eru troytt av Nyrup og hansara politikki, og at Venstre er besta alternativið. Eisini vil hon vera við, at Nyrup hevur givið nógv lyfti, ið ikki eru hildin.


Afturvald í býráðið

Eins og maðurin hevur Sólrun rikið dúgliga uppundir valið. Hon var nevniliga uppstillað í kommununi, har tey búgva.

? Hesar seinastu vikurnar hava verið ómetaliga strævnar. Børnini hava mest verið hjá ommuni og abbanum í Danmkark, tí eg og Lars hava verið upptikin av valinum. Nú valið er liðugt, skulu børnini aftur fáa sítt, lovar Sólrun, sum longu hevur lagt spennandi ætlanir fyri børnini.

Sólrun sigur, at tað er ein fyrimunur, at valstríðið var so stutt, men hinvegin verður lagt nógv fyri, tí alt skal náast.

Sólrun varð afturvald við 112 persónligum atkvøðum. Venstre fekk ellivu býráðslimir, og hon var nummar fýra á listanum. Hetta er aðru ferð, at Sólrun verður vald í býráðið í Gråsted, ið liggur norðanfyri Keypmannahavn.

Sólrun stillaði upp við seinasta val, tá maðurin tók seg úr býráðspolitikki. Hann gjørdist amtsborgarstjóri í Fredriksborg amt á Norðursæland fyri fýra árum síðani, og Sólrun tók so við í býráðnum eftir hann. Lars Løkke Rasmussen varð afturvaldur í Fólkatingið og kann halda fram sum amtsborgarstjóri, um hann vil. Tó er ein møguleiki fyri, at hann verður ein av ráðharrunum í nýggju stjórnini hjá Anders Fogh Rasmussen.

Maður Sólrun hevur sitið á Fólkatingi síðan 1993, og hann gjørdist næstformaður í flokkinum, tá Uffe Elleman Jensen tók seg aftur sum formaður eftir valið í 1998. Anders Fogh gjørdist formaður, og Lars er nú høgra hond hjá komandi forsætisráðharranum.


Politisk familja

Sólrun er dóttir Jákup Petersen, lækna í Klaksvík, og Bergljót av Skarði, ið er lærari í Studentaskúlanum í Havn.

Hon er sostatt abbadóttir Sigurd Joensen, sála, ið sat á tingi fyri Tjóðveldisflokkin nøkur valskeið í fimmti- og sekstiárunum.

? Tað kann vera, at eg havi arvað áhugan fyri politikki, men eg má siga, at størsta ávirkanin hevur verið frá manninum, tí vit hava altíð tosað nógv um politikk heima við hús. Tað er haðani, eg havi fingið blóð á tonna, sigur Sólrun.

Hon lesur í løtuni til lærara og hevur enn trý ár eftir av útbúgvingini. Umframt lesturin arbeiðir hon sum stuðul hjá einum brekaðum nakrar tímar um vikuna. Eisini hevur hon sítt arbeiði í býráðnum at røkja.

Lars Løkke Rasmussen og Sólrun, sum hittust í 1989, eiga í dag trý børn. Bergur, sum er ellivu ár, Lisa er seks ár og Símun er fýra ára gamal. Tann yngsti er uppkallaður eftir langabbanum, Símuni av Skarði, ið yrkti tjóðsangin.

Sólrun vónar, at hon kann fara í starvsvenjing í einum føroyskum skúla og taka børnini við sær. Tey vitja annars javnan í Føroyum.

Sólrun hevur búð í Danmark í eini 14-15 ár. Áðrenn hon fór úr Føroyum fekk hon FHS-prógv á Handilsskúlanum í Havn. Síðani var hon í Onglandi í eitt hálvt ár og tók eftir tað HF-prógvið í Danmark.