Fótbóltur
Tá Sølvi Reinert Hansen herfyri boðaði frá, at hann á komandi ÍSF-aðalfundi fór at siga seg frá sum ovasti leiðari fyri føroyskum ítrótti, segði hann millum annað, at hann helt seg hava ov lítlar stundir til annað frítíðarvirksemi.
Í fyrrakvøldið bleiv hann í øllum førum upptikin av øðrum virksemi í frítíðini, tí á aðalfundi hjá fótbóltsfelagnum NSÍ bleiv hann valdur í nevndina og er nú nýggjur formaður í NSÍ, har hann avloysir Andrias Lamhauge.
Á aðalfundinum fór øll tann gamla nevndin frá – púra ódramatiskt – og umframt Sølva, eru tey nýggju í starvsnevndini Bjarti á Gerðisbakka, Gudny Nielsen, Tanja Huneck og Árni Midjord. Tiltakslimir eru Selinda í Heiðunum og Ragnhild Knudsen.
Í longri tíð hava starvsnevndin og fótbóltsnevndin í NSÍ arbeitt við umfatandi bygnaðarbroytingum, sum fingu fulla undirtøku frá vælmannaða aðalfundinum. Hesar bygnaðarbroytingar merkja millum annað, at NSÍ nú hevur fýra nevndir.
Tær eru starvsnevnd, sum er hægsti fyrisitingarligi myndugleiki, Vodafone-nevnd, sum tekur sær av fótbóltinum hjá teimum vaksnu, ungdómsnevnd, sum tekur sær av ungdómsfótbóltinum, og fíggjarnevnd, sum tekur sær av fíggjarligu viðurskiftunum.