Randi Jacobsen
Rokningin frá semingsmonnunum til Fakfelagssamstarvið og Fíggjarmálaráðið fyri semingina seinast var langt frá so stór hesa ferð sum seinast.
Seinast tóku semingsmenninir 1500 krónur fyri tíman hvør, og tímarnir vóru 145,5.
Hesaferð var tímalønin hjá semingsmonnunum 1200 krónur, og teir skrivaðu sær ikki løn fyri allar tímarnar, sum teir brúktu til ymiskar fyrireikingar og til at skipa tilfar.
Rokningin frá hvørjum semingsmanni var 129.000 krónur, 64.500 krónur til hvønn partin.
Samanlagda rokningin til ávikavist Fíggjarmálaráðið og Fakfelagssamstarvið var sostatt 129.000 krónur.
Tey fýra feløgini í Fakfelagssamstarvinum býttu rokningina sínamillum, og tað bleiv til 32.250 krónur til hvørt felag.
- Semingsmenninir gjørdu eitt ótrúliga gott arbeiði. At so einki kom burtur úr, var ein onnur søga, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Hann leggur aftrat, at nevndin ikki fekk løn fyri tímarnar, tær brúktu til semingsroyndina.