Símun Waag Høgnesen 75


 

Mikudagin gjørdist Símun Waag Høgnesen í Klaksvík 75 ár. Símun er helst best kendur sum koyrilærari, og hann hevur lært eitt ótal av norðoyingum at koyra bil.

Símun byrjaði í fimtiárunum at undirvísa fólki í at koyra bil, og í 1965 gjørdist hann eksamineraður koyrilærari. Fram til 1996 arbeiddi hann sum koyrilærari øll árini uttan tvey, tá hann var vikarur.

Beint eftir kríggið fór Símun at læra til radiotelegraf, og hann sigldi eisini í nøkur ár, men tað varð á landi, at hann fór at hava sítt yrki, og umframt uppgávuna sum koyrilærari fór Símun eisini undir vøruflutning og taxakoyring. Hetta virksemið gjørdist seinni til bilstøðin Auto, sum virkaði í nógv ár.

Símun koyrdi í nógv ár skúlabørn á Norðoyri til og frá skúlanum í Klaksvík, og hann tók sær eisini eitt skifti av postinum, sum skuldi til Kalsoynna.

Símun hevur eisini altíð havt stóran áhuga fyri ítrótti, og serliga er tað tennis og fótbóltur, sum hann hevur brent fyri. Hann hevur ? sum tað eisini sæst á myndini ? spælt nógv tennis, og hann var føroyameistari í fótbólti við KÍ í 1945.

Símun hevur eisini starvast fyri Sosialin í nógv ár, og hann ger tað framvegis. Símun tekur sær av at koyra Sosialin í leysasølurnar í Klaksvík, og hetta starv hevur hann røkt til fulnar øll árini.

Símun og kona hansara, Lina, eiga fimm dreingir, fleiri abba- og ommubørn og eisini langabba- og langommubørn.