Súni Fríði er fríur fuglur

Gøtumenn eru ónøgdir um, at FSF hevur leysgivið spæliloyvið hjá Súna Fríða Johannesen, og hava átala bæði aðalskrivara og nevndini hjá FSF. Sjálvur sigur Súni Fríði tó, at gøtumenn sjálvir hava skrivað undir skjal, sum loysir leikaran frá sáttmálanum

Leikaraskifti

Tað er nú nakað síðani, at tað kom fram, at teir í Gøtu ikki vóru heilt nøgdir við, at Súni Fríði Johannesen nú er at síggja í B68-búnanum. Í hvussu so er vilja teir vera við, at skal leikarin framvegis spæla á Toftum, skal GÍ hava pengar afturfyri.
Fótbóltssambandið hevur tó avgreitt spæliloyvið hjá leikarunum til B68, og hetta hevur fingið gøtumenn til at taka óvanliga hart til orðanna.
Í einum sera hvassorðaðum skrivi á heimasíðuni átala teir framferðarháttin hjá aðalskrivaranum, Ísak Mikladal, eins og ein átala eisni verður vend móti nevndini í FSF fyri at henda ikki hevur tikið nakra støðu í málinum, eftir at aðalskrivarin hevur avgreitt tað. Fótbóltssambandinum og aðalskrivara tess. Skrivið, sum eisini er at síggja á heimasíðuni, www.gigotu.fo, framgongur aðra staðni í blaðnum. Í skrivinum stendur ikki, hvør leikarin er, men lítil ivi er um, at talan er um Súna Fríða Johannesen.

Hava undirskrivað leysgevanina
Hvørki FSF ella Súni Fríði sjálvur eru tó í iva um, at her er alt farið fram eftir reglunum.
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, váttar, at tað er hann, sum hevur avgreitt málið, men sigur eisini at hann ikki fær gjørt stórvegis viðmerkingar til málið, tá talan í stóran mun er um innanhýsis skjøl.
- Eg fái bara sagt, at spæliloyvið er avgreitt sambært reglunum, og annars kemur kappingarnevndin saman í dag (mánadagin, blðm), har millum annað fíggjarligu viðurskiftini í hesum sáttmálanum helst verða umrødd.
Er aðalskrivarin fámæltur, var tað hinvegin ein heldur meira opinskaraður Súni Fríði Johannesen, sum vit fingu orðið á mánamorgunin. Í øllum førum eftir hann fekk at vita innihaldið í skrivinum á heimasíðuni.
- Nú helt eg sjálvur, at hatta málið langt síðani var avklárað. Tað helt eg í øllum førum, at bæði eg og GÍ vóru best tænt við, men tá teir soleiðis leggja málið út á heimasíðuna, so síggi eg meg noyddan at svarað, sigur leikarin.
- Málið er sum so rættiliga einfalt. Tað er rætt, at eg ynskti at sleppa úr sáttmálanum, tí eg sá meg ikki hava stundir til at venja fýra-fimm ferðir um vikuna, men tá GÍ ikki vildi ganga hesum á møti, var ikki so nógv, sum eg kundi gera. Eg hevði jú skrivað undir fyri tvey ár.
- Eftirfylgjandi breyt eg so beinið seinasta heyst, men eg hevði alla tíðina samband við GÍ, og eg ætlaði mær so at venja aftur, tá eg fekk skriv frá teimum við postinum. Har gjørdu teir vart við, at teir mettu meg hava brotið sáttmálan, og at teir tí ikki høvdu nakrar skyldur mótvegis mær.
Tað sum síðani hendi, er helst tað týdningarmesta í málinum, og í øllum førum man tað fyrst og fremst vera tað, sum FSF hevur tikið støðu frá.
Súni Fríði greiðir nevnliga frá, at hann sendi GÍ eitt svarskriv, har hann segði seg skilja teirra bræv soleðis, at sáttmálin var uppsagdur, og at hann í so fall kendi seg vera uttan nakrar skyldur mótvegis GÍ.
- Eg var sjálvur inni hjá Jógvani Gregersen við hesum brævinum, og hann hevur skrivað tað undir, so eg dugi ikki at síggja, at har skal vera nakað sum helst at tosa um, staðfestir hann.
Og tað er lítið at ivast í, at hevur GÍ givið leikarunum eina tilsøgn um, at hann er leysur av sáttmálanum, so hevur felagið lítið at hava krav sítt í. Tá hvørki felag ella leikari hava skyldur mótvegis hvørjum øðrum, kann eingin sáttmáli sigast at vera galdandi, og so er tann reglan ikki serliga nógv longur. Heldur ikki reglan um 10.000 krónurs gjaldið fyri áhugaleikarar kann koma GÍ til fyrimuns her, tí tá skal talan nevnliga vera um áhugaleikarar. Altjóða ásetingarnar siga, at leikari ikki skiftir status til áhugaleikara fyrr enn hálvt ár eftir seinasta sáttmalalok, og tí hevur støðan hjá Súna Fríða verið nett hin sama, sum hon er hjá einum yrkisleikara, hvørs sáttmáli er runnin út.

Vónbrotin um gongdina
Og at enda leggur Súni Fríði afturat, at hann er ikki sørt keddur um gongdina í málinum.
- At eg vildi gevast í GÍ komst fyrst og fremst av tíðini, sum eg mátti nýta til venjingar, um eg skuldi halda sáttmálan. Tí var eg sjálvandi glaður við, tá sáttmálin soleiðis varð ógyldaður. Og eg vil leggja dent á, at tað einki hevur við málið at gera, at eg eftirfylgjandi eri farin til B68. Tað hendi ikki fyrr enn ein mánað eftir, at sáttmálin varð uppsagdur. Umstøðurnar hjá mær at venja eru eisini broyttar nakað, og treytirnar á Toftum eru eitt sindur lagaligari, so eg síggi ongan trupulleika í hesum.
- Tað harmar meg bara almikið, at málið soleiðis skal verða grýtt út til fjølmiðlarnar, og satt at siga, so eri eg ikki sørt vónbrotin um hetta. Eg helt, at málið var avgreitt í sátt og semju millum meg og GÍ, og við tí, sum eg nú havi sagt, vóni eg, at eitt punktum er sett fyri trætuni, staðfestir Súni Fríði Johannesen at enda.