Súni Olsen kom í hesum umfari til B36 í fjørvár, og tá var framvegis óvissa um fótbóltsspælið hjá honum, tí hann hevði verið nógv skaddur árið frammanundan.
– 14 kilo, 25 dystir, fimm mál og eitt gullmerki seinni kunnu vit bara staðfesta, at Súni átti sín stóra lut í níggjunda FM-gullinum hjá okkara monnum. Og tí er tað gleðiligt, at vit nú kunnu staðfesta, at Súni eisini verður partur av hópinum næstu tvey árini, skrivar B36 á heimasíðuni.
Súni Olsen sigur, at tað vóru fleiri viðurskifti, sum bóru við sær, at hann valdi at leingja sáttmálan við B36.
– Persónliga havi eg havt eitt sera gott ár, har eg eisini havi verið skaðafríur. Eg trívist sera væl í felagnum, og sjálvandi hevur tað sína ávirkan, at liðið spælir góðan fótbólt og fær góð úrslit. Og so telur tað sjálvandi eisini uppeftir, at vit nú skulu út at spæla Champions League undankapping, og tað vil eg sera fegin vera partur av, sigur Súni Olsen.