Hjalmar Jóhan Juul, umboðsmaður fyri Funnings kommunu í SEV, hóvar ikki nýggja viðtøkubroytingaruppskotið, sum í morgin verður lagt fyri umboðsnevndanfundin hjá SEV.
– Tær minnu kommunurnar koma at missa alt valdið við nýggju viðtøkunum. Hetta er vandamikið fyri avgerðarrættin hjá smærru kommununum. Tá kann Tórshavnar kommuna uttan nakað krevja eykaaðalfund, meðan vit smærru mugu reisa land og ríki upp fyri gera tað sama, sigur Hjalmar Jóhan Juul.
Hann stúrir eisini fyri broytingunum, tá stýrið verður valt til nevnd.
– Sum er hava vit hvør sín lim, og tað hevur verið klandur við hesum sjey, so eg dugi illa at ímynda mær hvussu tað verður við ellivu limum, sigur Hjalmar Jóhan Juul.
– Stýrið, ella komandi nevndin, verður eisini suveren. Og soleiðis sum eg lesi uppskotið kunnu teir í prinsippinum selja SEV uttan víðari, sigur Hjalmar Jóhan Juul, sum dámar betur verandi reglugerðir.
– Tað er nógv tað frægasta sum er. Reglugerðirnar í dag er góðar, uttan næsta punkt í grein fýra, stykki tvey, sum eg havi lagt viðtøkubroytingaruppskot fram um fyri einum hálvum ári síðani.
– Tað er burtur úr vón og viti, at vit bara hava fingið tveir dagar at lesa hetta viðtøkubroytingaruppskotið í gjøgnum, sigur hann avgjørdur.
Hjalmar Jóhan Juul hevur lagt viðtøkubroytingaruppskot fram sum sigur, at valið fer fram á tann hátt, at umboðsnevndarlimir fyri hvørt øki sær seta upp valevni og atkvøða um hesi.