Sýrialand setir eygleiðarum krøv

Stjórnin í Sýrialandi sigur, at eygleiðararnir, sum ST-trygdarráðið hevur samtykt at senda hagar, eru vælkomnir. Men eygleiðararnir fáa ikki leysar teymar, og stjórnin í Damaskus skal taka lut í øllum stigum, sum sagt verður.

-Avgerðir um, hvussu leingi eygleiðararnir eru her, og hvar teir eru, skulu takast saman við sýrisku stjórnini. Sýrialand kann ikki átaka sær ábyrgdina av trygdini hjá eygleiðarunum uttan so, at hon er við í allari tilgongdini, sigur Bouthaina Shaaban, sum er fjølmiðlaráðgevi hjá Bashar al-Assad, forseta.

Í fyrsta umfari eru 25 eygleiðarar á veg til Sýrialands, og eftir avtaluni kann talið koma upp í 250. Men sýriska leiðslan tryggjar sær rætt til at velja og vraka, hvørjir eygleiðarar kunnu koma til landið.

-Sýrialand tryggjar sær rætt til at góðtaka og at vraka eygleiðarar, alt eftir hvørjum landi teir eru úr, sigur Bouthaina Shaaban.