Ein tann kendasti surrealistiski listamaðurin í nýggjari tíð er Magritte (1898-1967). Hann var føddur í Belgia. Mamma hansara beindi fyri sær, tá ið hann var ungur. Hann flutti til París og varð hugtikin av einum málningi hjá Giorgio De Chirico. Sangurin hjá kærleikanum kallaðist hesin málningur. Meðan hann var í París, kom hann í samband við m.a. Breton, Max Ernst Joan Miro og poetin Camille Goemans. Seinni flutti hann við konuni til Brüssel.
Surrealisman sum listagrein er ein samanrenning millum veruleikan, sum man sær og upplivir og tí súmbolsku dreymaverðina, undirvitskuna. Surrealisman hevur sínar røtur aftur í miðøldina til listamenn sum Hieronymus Bosch og Breughel. Tað var Salvador Dali sum m.a. kom fram við navninum surrealisman. Hann er helst kendasti listamaður undir hesum heiti og somuleiðis Max Ernst og Magritte. Listin hjá Magritte er sera kompleks. Hann hevur at kalla markleyst, til tíðir, svakt og sýrut hugflog, sum fær ein at undrast, hvat Magritte vil við sínum myndum. Hann setir tankar í gongd hjá mær og hann tekur fram tað mystiska, tað ótilvitaða og tað filosofiska við løgnum organiskum og eisini abstraktum formum mangan sett saman á ein løgnan hátt. Hann er djúpt originalur. Spreingir mørk, er heilt týðiligt svakur og undarligur, stundum bæði abstraktur, anarkistiskur, naturalistiskur og surrealistiskur. Alt í senn. Hann málar uppá ein penan og poleraðan hátt. Hann er ofta fínur, mildur og friðarligur, men eisini svakur, sýrutur og provokerandi uppá ein stillan, filosofiskan hátt. Hann er ikki ráur, illur og áleypandi sum ekspressiónistarnir eru tað. Í litavali spennir hann víða. Tað ber ofta illa til at greiða frá hansara myndum og at skilja tær er uppaftur verri, men hvør sigur, at list skal skiljast. Hon skal fyrst og fremst upplivast. Listin hjá Magritte er árvakin, eksperimenterandi og tankavekjandi á sín egna heilt serliga hátt.
Ræðandi
The Rape (Neyðtøkan) kallast ein av hansara kendastu myndum. Eg síggi eitt andlit við hálvlongum, ljósabrúnum hári. Andlitið er umskapað til ein kvinnukropp, og niðanfyri hálsin er hárið í smálutum málað uppá ein virtuosan máta. Aftanfyri bláa luftin og síðan brúna jørðin niðurundir. Hetta er ein hugsaður málningur, eitt originalt hugskot. Har eyguni eiga at vera eru stóru bróstvørturnar og bróstini. Har ið muðurin er, eru kynshárini. Nøsin er nalvin. Tað er heilt givið, at hesin maðurin sær eina kvinnu á gøtuni og eyguni vilja síggja bróstini á hesu kvinnuni og muðurin vil smakka kynið millum beinini.
Teir flestu menninir hava fantaserað um at neyðtaka og nógvir hava gjørt tað. Og tær flestu kvinnurnar hava fantaserað um at verðið neyðtiknar og fleiri eru tað. Møguliga tí, at tær ótilvitað ynsktu tað. Hetta er, haldi eg, ein sera ræðandi mynd. Hon órógvar ikki, tí hon er aggressivt ella ágangandi málað, men tað er meira innihaldið í myndini, sum órógvar. Litirnir eru dempaðir, komposisjónin er sera original og einføld. Litirnir hava ein inniligan klang og eru meiri hugsanir enn upplivingar og somuleiðis myndin, sum er frá 1934.
Sensuell og erotisk
Galateas Rope kallast ein mynd frá 1961. Hetta er ein rættiliga mystisk og ræðandi kvinnumynd. Vit síggja hennara vakra andlit, eyguni eru stór og myrk. Tað er heilt givið, at henda kvinnan hevur upplivað og roynt nógv sexuelt, men hon er eisini vøkur og kensluborin og mystisk. Kanska er hon er spákona, ein heks, ein poetur ella ein hora, eg veit ikki, og so tað sera langa svarta hárið, tey flottu bróstini, tær stívu bróstvørturnar og so stóru lendarnir. Kynshárini eru rakað burtur. Hvønn hevur hon latið seg úr fyri. Hyggur hon í eitt spegl ella vil hon tekkjast einum stórum listamanni, sum stendur nakin framman fyri henni og vísir ógvusligu greiðirnar. Eg veit ikki, og so bláa havið afturfyri. Mánin, sum ikki er fullur og skýggini. Formarnir á hesi naknu kvinnu eru flottir og nágreiniliga mál
aður. Hvat Magritte hugsaði, tá ið hann málaði henda málningin, um hann brúkti modell ella ikki, ja tað veit eg ikki, men eg vænti, at hann hevur upplivað hesa kvinnuna tætt inn at sær og inniligt. Henda kvinnan er ein stór persónligheit. Tað sæst og merkist alt fyri eitt. Ein sera sensuell og erotisk mynd, ið virkar bæði dragandi og ræðandi uppá meg. Tað langa ravnasvarta hárið ger, at myndin fær ein ófrættakendan og ræðandi okkultan stemning. At sæð hesa kvinnuna nakna í veruleikanum hevði sjálvandi verið uppaftur deiligari, men hon er langt síðani deyð, men livur tó í hesum málningi.
Litklangirnir og kontrastirnar millum ta bláu luftina, hvíta mánan, svarta, langa hárið og ljósa kroppin eru sera intimt, intenst og nágreiniliga fullfíggjað. Tað er sum um at henda nakna kvinnan vil í song við tí, sum hyggur at myndini. Meiri dugi eg ikki at siga, men tað er sjáldan, at ein listamaður megnar at mála eina kvinnu við sovorðnari gandakendari auru av grotiskari atdráttarmegi, sum Magritte hevur megnað í hesari myndini.
Sterk líðing
The Discovery of Fire (At varnast eld) kallast ein mynd frá 1934. Vit síggja eina trompet ella eitt horn, og so appilsinlitta eldin, sum hevur breitt seg um hornið. Og aftanfyri myrkir, svart-bláir djúpir flatar, sum seta eldin og trompetina í fokus. Kanska hevur henda trompetin verið nýtt til at spæla fasistiskan tónleik, møguliga tað, tí Magritte upplivdi fasismuna. Ella er tað tónleikurin, sum hevur ein sterkan mátt, sum eldurin. Talan er um sterkar líðingar og helviti. Ja, eg veit ikki. Hetta er ein ræðandi mynd. Hví tað veit eg ikki, men eisini poetisk.
Personal Values (Persónlig virðir) eitur ein mynd frá 1952. Hetta er ein uppstilling av lutum og øðrum. Fremst eitt grønt vínglas, sum er tómt, undir tí eitt teppi, ein stórur kambur sæst eisini. Eitt skáp við spegli og ein pensil, sum kvinnur brúka at smyrja seg við, ein song sæst undir yvirstóra kambinum og so luftin, sum blálitt, og hvít skýggj og so eitt loft. Henda myndin er ein samanrenning millum litir, tað menniskjaskapta, materialistiska og so náttúruna. Alt sett saman av listamanninum á ein provokerandi løgnan hátt, men menniskjað er ikki til staðar. Hetta er ein absurd uppstilling, skapt av listamanninum fyri at framprovokera ein stemning, vekja tankar og kenslur um lívið, tilveru, filosofi, mystikk, tøgn o.s.fr.
The Dominion of Light frá 1952 kallast ein mynd. Hetta er ein næstan naturalistisk mynd. Vit síggja nakrar bygningar í svørtum skugga, ein gøtulampa vekir veikt gulligt ljós og somuleiðis ljós úr trimum vindeygum. Hvar henda myndin er málað, veit eg ikki. Trøini eru myrk og reisa seg upp ímóti ljósabláa summarhimmalinum og so hvít skýggj á luftini. Henda myndin fortelur um dynamikkin millum svørtu skuggarnar í húsinum, trøunum og stórbýnum og ta ljósu luftina.
Blood will tell (Blóð vil siga frá) kallast ein mynd frá 1959. Hví hon kallast so, ja tað veit eg ikki. Miðskeiðis á myndini síggja vit eitt veldugt, sera vakurt, grógvandi, tigandi, organiskt træ. Trøini siga sum vit vita einki. Tey liva í tøgn, vindurin hoyrist røra bløðini, ið gevur eitt heilt serligt ljóð. Hetta træið er nógv størri og helst eisini nógv eldri enn nakað menniskja. Úr trærótini í neðra er eitt hol og so sæst ein evarska lítil bygningur við ljósum vindeygum og omanfyri enn eitt hol við eini kúlu í. Og so eitt landslag aftan fyri og blálig luft rundan um hetta veldiga flotta og poetiska træið, sum er málað virtuost. Tað er heilt týðiligt, at listamaðurin hevur upplivað hetta træ og sett tað inn í sín filosofiska hugsaða listaheim, ið skapar ein serligan eksistensiellan natúr- og tankamystikk. Ein sterk mynd, ið talar til mín. Ein musikalsk og poetisk mynd.
Sum regdropar
Golconda kallast ein mynd frá 1953. Vit síggja ein turrisligan og keðiligan betong-bygning við reyðum taki og í luftini fleiri myrkar menn við hatti, vektleysir um alla myndina, sum vóru teir regndropar sum fella frá himli. Vit menniskju duga ikki at flúgva, menninir á hesi mynd hava ongar veingir, vit duga heldur ikki at ganga á vatninum ella luftini, men andarnir hjá teimum deyðu ferðast frælsir við vindinum sum fuglarnir. Hvat Magritte vildi fortelja við hesi myndini, veit eg ikki rættiliga. Eg skilji ikki ordiliga hesa myndina, - ongin skilur lívið, segði Torbjørn Olsen eina ferðina við meg. Um so er kunnu vit so heldur ikki skilja listina? List, sum er nýskapandi, er ofta torfør at skilja, men hevur ofta ein gandamátt innan í sær. Hon vekir tankar, kenslur og sál fram hjá tí, sum sær við opnum sansum og opnum, árvaknum, fordómsfríum eygum og sinni.
Markleys verð
Reconnaissance Without End eitur ein onnur meiri einføld mynd við nøkulunda sama boðskapi. Vit síggja eina grøna jarðfløtu og so hvít skýggj, bláa luft og so tveir menn. Annar brúkar stav, báðir hava hatt. Teir práta saman. Teir eru vektleysir miðskeiðis í luftini, helst práta teir um andalig, filosofisk evnir, eg veit ikki hvat teir práta um. Kanska eru teir deyðir, leysir av øllum, tí materialistiska og eru ávegis inn í ta andaligu verðina, sum er markleys og til staðar allastaðni.
Ein sera fangandi og sigandi mynd, sum talar í tí stilla og talar um ein longsul úr tí materialistisku verðini og inn í ein ríkari, andaliga verð, ein longsul eftir frælsi, sum tey hvítu skýggini jú tala um. Hava skýggini eina sál? Vit síggja tey, síggja tey okkum? Búgva andar í teimum? Sjálvandi. Markleys náttúra í øllum førum. Litklangirnir í hesi mynd eru niðurdempaðir og stillir.
The Heart String (Hjartastrongur) kallast ein mynd frá 1960. Vit síggja sum so ongan strong, men eitt tómt glas. Tá ið tímaglasið er runnið, prátar man ofta um, tá ið lívið er at enda komið, og hvat so?
Henda mynd talar um sálarligan reinleika. Eitt hvítt skýggj sæst oman á glasinum. Hetta skýggj súmboliserar helst reinu og góðu sálina hjá listamanninum sjálvum, sum umskapast til eitt hvítt skýggj, ið síðani ferðast úr tí jørðiska inn í ta markleysu, andaligu verðina. Ljósu litirnir í hesi mynd tala heilt greitt um frið og paradís. Magritte doyði bert sjey ár aftaná, at hann málaði hesa myndina. Henda myndin talar um deyðan sum frið og frælsi.
Egið myrkur
The Subjugated Reader frá 1928. Vit síggja ein mann við myrkum hári og ógvusligum eygum lesa úr eini sterkari bók, sum hann lesur hart úr. Fyri hvørjum veit eg ikki, kanska fyri sær sjálvum. Andlitsbráið er eitt sindur óhugnaligt, sum um hann við hesi bók konfronterar seg sjálvan við sítt egna myrkur, sum hann síðani hyggur djúpt inn í.
The Central Story kallast ein onnur mynd frá 1928. Vit síggja eitt stórt horn. Eingin spælir upp á tað og hvør, ið hevur spælt uppá tað, tað veit eg ikki. Kanska maðurin aftanfyri, ið hevur eitt hvítt klæði fyri høvdið og hevur hondina um hálsin. Ætlar hann at kvala seg sjálvan ella bara fjala andlitið hjá sær, tí hann ikki orkar sítt lív, verðina. Luftin er melankolsk blá aftan fyri og fremst liggur eitt kuffert, sum súmboliserar, at hesin ørkymlaði maðurin vil burtur, har hann er og vil royna eydnuna onkra aðra staðni. Hornið, ið vendir á høvdinum, súmboliserar helst, at maðurin følir seg andaliga deyðan. Men hvaðani hann og kuffertið fara fáa vit einki at vita um. Komposisjónin er rættiliga einføld, so eru fleiri av øðrum myndum, sum hann málaði sum eru so mikið torgreiddar og abstraktar í sínum innihaldi - ikki málingahátti, at eg dugi ikki at greina tær.
Magritte er ein klassikari innan surrealismuna. Hann fann sín heilt egna stíl innan hesa listagrein. Hann hevði eitt sera umfatandi hugflog, sum er hugvekjandi og hann var eisini fjølbroyttur, bæði surrealistiskur, abstraktur og naturalistiskur og filosofiskur og eksistensiellur, alt í senn.