Eitt flogfar hjá Atlantic Airways hevur í dag roynt eina nýggja flogleið, sum Sørvágs kommuna hevur gjørt uppskot um Uppskotið hjá kommununi er at gera eina hjábreyt í Klovanum. Sambært kommununi fer hon at bøta um regularitetin, og ein annar fyrimunur er, at tær ættir, sum eru ringar í Sørvági, eru góðar í Klovanum.
Men enn er hetta bara eitt uppskot, og verður tað lagt fyri PF. Vága Floghavn heilt skjótt.
Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri, sigur við Vágaportalin, at so nógvir hava gjørt seg klókar viðvíkjandi flogvallarmálinum uttan at hava gjørt ítøkiligar kanningar av viðurskiftunum.
- Hetta er eitt uppskot, sum vit ynskja skal kannast væl av serfrøðingum.
Spurdur, hvat hjábreytin fer at kosta, sigur Jákup Suni Lauritsen, at tað er eisini nakað, sum skal kannast, men fyribilsmetingar hjá Munin, sum hevur teknað uppskotið, siga, at neyðugt verður at flyta umleið tríggjar mió. rúmmetrar av tilfari.