Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið byrjaðar

Í samband við fyrireiking til samráðingarnar hevur Starvsmannafelagið gjørt umfatandi fíggjarligar og búskaparligar kanningar av lønargongdini í 1990?unum. John Jacobsen, búskaparfrøðingur hevur staðið fyri hesum kanningum. Hetta tilfar er lagt fyri Fíggjarmálastýrið á samráðingarfundinum 3. des. 1998

Karmarnir um samráðingarnar eru hesar:


? Reallønarmissur

? Endurgjald fyri lønarmiss 1993-1999

?Trygd fyri reallønarfalli í komandi sáttmálaskeiði 1999-2001

?Nýggj lønarskipan

?35 tíma arbeiðsvika

?Umsorgardagur

?6 viku feriu

?Serkrøv

?Serstakan samráðinarrætt fyri SvF og ÚF


Reallønarmissur og dýrtíðarviðbótin

Reallønarmissurin 1990-1998 hevur verið um 25,7%. Fyri at keypiorkan skal verða tann sama í 1999 sum í 1990 skulu lønirnar hækka 57,6%.

Í 1990 varð lógin um dýrtíðarviðbøtur avtikin og hetta hevur við tí stóra prísvøkstrinum seinastu árini kostað okkum nógv. Hetta var ein politisk avgerð og eitt greitt álop á tann fría samráðingarrættin, sum gav okkara limum stóran miss í reallønini, og sum vit tí krevja endurgjald fyri.


Lønarniðurskurðurin 1993-1999

Starvsmannafelagið vísti í krepputíðini samfelagssinni og góðtók ein lønarniðurskurð. Kostnaðurin fyri okkara limir var 90.903.044 kr. tað er tí eitt krav at vit fáa endurgjald fyri henda lønarmiss. Eisini í hesum føri, var tað tann politiski myndugleikin, sum legði seg út í sáttmálaviðurskifti.

Hesi viðurskifti skulu fáast í rætt lag 1. mars 1999.


Sáttmálaskeiðið 1999-2001

Fyri at halda reallønina fyri ár 2000 skulu 2-3% leggjast omaná fyri vantaðan prísvøkstur.

Samanlagt fyri ein 2 ára sáttmála verður kravið tí 60% í lønarvøkstri - 90 milj. kr. í endurgjaldi fyri lønarniðurskurðin.

Hetta eru stór tøl hjá tí almenna at bera, men hetta er tann reelli missurin okkara limir hava verið fyri seinastu árini. Løntakarin, hóast hann ikki skapti stóru kreppuna, hevur hesi árini verið tann, sum hevur goldið allan partin av almennu skuldini, og hevur tí eisini krav uppá at fáa hetta aftur.


Nýggj lønarskipn og onnur viðurskifti

Vit eru tó enn einaferð sinnaði at vísa samfelagssinn, og vilja tí partvíst seta upp í móti hesum tølum, við at fáa aðrar ágóðar:


?Fremsta kravið er at fáa eina nýggja lønarskipan, ið skal verða høvuðssetningurin undir hesum samráðingum.Við hesum fylgir ein styttri og greiðari sáttmáli, ein víðkað álitisfólkaskipan og ein skipað útbúgvingarskipan.


?Afturat hesum kemur ein 35 tíma arbeiðsvika, 6 vikurs feriu, umsorgardagar at brúka t.d. í samb. við andlát, torføra sjúkralegu hjá avvarðandi, børn á sjúkrahúsi o.s.fr.


?Serkrøvini hjá teimum ymsu stovnunum hava ligið á láni síðani 1993. Skulu vit hava ein vælvirkandi almennan sektor, er neyðugt at hesi mál koma uppá pláss, soleiðis at stovnarnir fáa virkað optimalt.


?Tær 90 milj. kr. kundu passandi verið brúktar at fáa okkara eftirlønarskipan upp á 12% ájavnt restina av almenna arbeiðsmarknaðinum.


Serstakan samráðingarrætt fyri SvF og ÚF

Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya eru sjálvstøðugir stovnar við serligari lóggávu sambært løgtingslóg um kringvarp v.m. frá 20. febr. 1998 og kunngerð frá 17. juni 98.

Stjórarnir á hesum stovnum hava fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av stovnunum mótvegis landsstýrismanninum. Eisini er tað eitt krav í kringvarpslógini grein 17 stk. 2, at tann 1. jan. 2001 skal 1/3 av senditíðini hjá SvF verða føroysk framleiðsla.

Fyri at menna stovnarnar og at røkka endamálsorðingini í lógini er neyðugt við sjálvstøðugum samráðingarrætti beinleiðis við leiðslurnar.

Serstakar samráðingar fyri ÚF og SvF, eru eisini í tráð við ætlanina hjá Fíggjarmálastýrinum um at lata størri fíggjarliga ábyrgd út á stovnarnar.


Verandi sáttmáli skal haldast

Eitt sjálvsagt krav er, at núverandi sáttmáli treytaleyst verður hildin. Her hugsa vit serstakliga um § 2 stk. 2 og 3 um organisatións/starvslýsingar og samstarvsnevndir. Umberingar um at almenna meginfyrisitingin ikki hevur amboð til at halda sáttmálan verða undir ongum umstøðum góðtikin.

Hvussu stór lønarkrøvini verða sendst av, hvussu nógv av serkrøvunum verða fingin uppá pláss, stendur í sáttmálakrøvunum frá Starvsmannafelagnum til samráðingarnar við landsstýrið í 99.