Sí vøkru myndirnar: Sólsetur í Hvalba

Tað hevur verið fantastiskt veður alt vikuskiftið og tað letur til, at tað góða veðrið heldur fram. Í øllum førum skrivar DMI, at seinnapartin í dag klárar í, sólin sær og tað verður turt. Í nátt yvirhøvur klárt, men møguliga tám og mjørki. Hitin um dagin millum 10 og 16 stig, um náttina niður í 8 stig. Og teir komandi dagarnar verður somuleiðis gott veður. Les veðrið HER 

 

 

Hesar myndirnar hevur Rúni Thomsen í Hvalba tikið av sólsetrinum í gjárkvøldið. Hann sigur, at tær eru tiknar á Norðbergseiði í Hvalba. 

 

 

Hevur tú tikið nakrar vakrar myndir í góðveðrinum? So send tær til okkara á post(at)sosialurin.fo ella á Facebook síðuni hjá in.fo. So leggja vit tær út á síðuna. Fleiri lesarar hjá in.fo hava longu sent myndir. Tær vera at síggja á síðuni seinni í dag.