Saab 99 frá 1977

Fyri 25 árum síðan seldi Saab Service Yviri við Strond hendan myrkabrúna Saab 99 til Osvald Olsen á Sandi. Í dag er tað Petur Olsen, abbasonur Osvald, sum eigur bilin

Tað var 9. september 1977, at Osvald Olsen á Sandi keypti hendan Saab 99 frá Saab Service Yviri við Strond. Hetta var sama árið, sum fyritøkan varð stovnað við John Vilhelm sum stjóra. Bilurin varð skrásettur við nummarplátuni F 60.413. Í dag er tað Petur Olsen í Havn, abbasonur Osvald, sum eigur bilin. Bilurin er væl hildin og í sera góðum standi. Hann er nýliga lakkeraður og sær út sum nýggjur.