##med2##
Seinasti gesturin hjá Stellu Zachariassen í ensktmæltu sendingini á FM1 "Home and Away" var Sabina Poulsen úr Søldarfirði, ið upprunaliga er úr Pólandi.
Sabina arbeiðir sum pedagogur og ferðaleiðari, og so bloggar hon um Føroyar fyri pólskum lesarum.
Sabina dugdi bara pólskt og týskt tá hon flutti til Føroya. Hon gjørdist ørg um, at hon ikki skilti hvat fólk søgdu og hvat fólk flentu eftir, og tí setti hon í seg, at hon skuldi læra føroyskt, og tað er besta íløga hon hevur gjørt fyri at trívast í Føroyum. Á vegnum hevur Sabina eisini lært seg enskt.
Og júst at duga føroyskt er lykilin til at trívast í Føroyum. Sabina slær fast, at tilflytarar mugu og skulu læra seg føroyskt. Sabina er so bersøgin, at hon enntá heldur, at um tilflytarar ikki gera nakað við at læra seg føroyskt eiga tey ikki at fáa uppihaldsloyvið longt, og Sabina sigur, at hetta hevur hon enntá sagt fyri teimum sum arbeiða á Útlendingastovuni.
Sabina greiðir frá, at hon elskar Føroyar, og tað er ein gleði fyri hana sum ferðaleiðari at kunna vísa útlendskum ferðafólkum Føroyar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra seinastu sendingina í røðini "Home and Away" á hesum sinni.