Skjótingin á einum kristnum universiteti í amerikanska býnum Oakland í gjárkvøldið kostaði sjey mannalív. Trý dólk vórðu særd. Tey, sum sluppu út á lívi, siga, at byrsumaðurin var ísakaldur.
-Standið í røð, so eg fái skotið tykkum øll, segði maðurin, áðrenn hann fór at skjóta, greiddi eitt vitni frá.
Løgreglan hevur tikið ein 43 ára gamlan mann av koreonskum uppruna og skuldsett hann fyri at hava skotið. Hann bleiv tikin í einum handli nakrar kilometrar frá Oikos University í Oakland. Fleiri eygnavitni hava greitt løgregluni frá, at tey sóu mannin fara inn í skúlan stutt fyri middag lokala tíð. Løtu seinni brustu tey fyrstu skotini.
Løgreglan sigur, at maðurin er fyrrverandi næmingur á skúlanum.