Tað er nú greitt, at nýggja mentanarhúsið í Suðuroy, Salt á Drelnesi, verður liðug í viku 19 næsta ár Og vika 19, hon er frá mánadegnum 4. mai til sunnudagin 10. mai.
Eftir upprunaligu tíðarætlanini skuldi Salt annars verða liðugt í januar, men tað gekst ikki so væl sum ætlað at fáa gongd á og tí hevur verið neyðugt at leggja eina nýggja tíðarætlan. Men síðani er rættilig gongd komin á og nú sæst dagamunur á húsinum.
Ólavur Rasmussen, stigtakari, sigur, at frá tí at húsið verður handað eigarunum, skulu byggifeløgini hava eitt sindur av tí at gera ymsar tillagingar. Men hann sigur, at alt talar fyri, at sjálv vígslan verður seinast í mai, ella fyrst í juni. Ólavur Rasmussen sigur, at tey eru í ferð við at fyrireika vígsluna, men enn er ov tíðliga at siga nakað um tað. Sostatt er greitt, at Salt verður liðugt á jóansøku og verður klárt taka ímóti gestum tá.
|