Sam Simon á veg aftur til Føroya

Skipið hevur aftur sett kós móti Føroyum aftaná eitt døgn í Hetlandi.

Sam Simon, ið síðsta døgnið hevur ligið við kai í Lerwick í Hetlandi, har tað hevur keypt proviant og bensin til teir skjóttgangandi bátarnar, er nú á veg aftur til Føroyar.


Sambært heimasíðuni marinetraffic.com, ið skrásetir hvar skip eru, so er skipið í løtuni sunnanfyri Hetlandi við kós móti Føroyum.


Sam Simon var við í rokanum, tá ein grind varð funnin í Kalsoyarfirði. Tann grindin slapp. Men tá tvær ferðirnar varð boðað frá grind í gjár, lá Sam Simon við kai í Lerwick, og fekk harvið ikki órógvað føroyingar.