Hóast ein av floksformonnunum í tingi er valevni í Sørvági, hevur tað higartil ikki drigið fólk í hópatali á valstaðið. Valhølið í Sørvági, sum er í skúlanum, lat upp kl. 10 í morgun og fyri eini løtu síðani høvdu 463 fólk verið á vali.
- Hetta er nøkulunda tað saman sum við seinasta val, sigur Oddur Petersen úr valstýrinum.
Av hesum 463 atkvøðunum eru 64 brævatkvøður.
Í Sørvági hevur verið ein javnur streymur av fólki á vali ? men við millumbilum hevur eingin verið, og so er aftur tørnað til við fólki.
Í valhølinum eru tveir kassar, hagar atkvøðurnar skulu leggjast í. Tann fyrri og størri kassin var um at vera fullur fyri løtu síðani, og tá var neyðugt at skifta atkvøðukassa.
Í mun til Sandavág og Miðvág skulu sørvingar bert greiða atkvøðu til nýggja løgtingið. Í hinum báðum bygdunum skal veljarin eisini siga sína hugsan um, hvørt kommunurnar báðar skulu leggjast saman.