Sámal Erik verður venjari hjá B36

Alt bendir á, at Sámal Erik Hentze verður nýggjur venjari hjá B36

Sámal Erik Hentze hevur fyri kortum boðað frá, at hann ikki heldur fram sum venjari hjá AB. Tað gekk ikki leingi fyrr enn hann bleiv settur í samband við B36. Nú ljóðar fyri vist, at Sámal Erik Hentze og B36 so gott sum eru komin ásamt um eitt framtíðar samstarv.

 

-       Eg havi ongan viðmerking til tað, sigur Sámal Erik í stuttari og greiðari viðmekring við in.fo í dag.

 

Veddingarfyritøkurnar høvdu tó ikki givið nógvar pengar aftur, fyri at tippað at Sámal Erik verður venjari hjá B36.

 

Tað hevur annars ljóðað, at B36 eisini hevur verið í samráðingum við Albert Ellefsen. Hóast samstarvið millum Albert og ÍF tykist rigga væl, so hava partarnir ikki longt samstarvið enn.

 

Føroysk feløg hava tað við at bíða við tíðindum til ársveitslurnar eru, men tey munnu verða fá, ið blíva bilsin um Sámal Erik Hentze verður serstakur gestur á ársveitsluni 2. novembur. Mikkjal Thomassen, núverandi venjari hjá B36, heldur ikki fram sum høvðusvenjari hjá felagnum.