Talan var um stórsigur til føroyska Sambandsflokkin, tá fótbóltsdystur í gjár var millum Sambandsflokkin og danska systurflokkin, Venstre At tveir fyrrverandi landsliðsleikarar vóru á føroyska sambandsliðnum gjørdi kanska munin, tá Sambandsflokkurin í gjár hølvaði Venstre av.
Dysturin endaði 5-2 til Sambandsflokkin. Kaj Leo Johannesen, løgmaður og fyrrverandi landsliðsmálmaður, skeyt tvey av málunum.
Millum leikararnar hjá Sambandsflokkinum var eisini Gunnar Mohr, fyrrverandi landsliðsleikari og HB´ari.
Forsætisráðharrin sjálvur, Lars Løkke Rasmussen, var við á liðnum hjá Venstre.
Fleiri myndir frá dystinum eru at síggja í myndafrásøgnini niðanfyri.
TRÝST HER FYRI AT SÍGGJA MYNDATEMA