Sambandsflokkurin stóri vinnarin

Veljarakanningin, sum Útvarpið og Dimmalætting hava latið gera, gevur Sambandsflokkinum eina framgongd uppá heili átta prosent sammett við seinasta val. Tað er framvegis Fólkaflokkurin, sum er stóri taparin, við eini afturgongd uppá góð trý prosent

Andstøðan - og serliga Sambandsflokkurin - hevur vind í seglunum.

Hetta er tann stutta niðurstøðan, sum kann gerast burturúr veljarakanningini, sum Útvarpið og Dimmalætting hava latið gera.


Fýra prosent

upp á ein mánað

Við valið í 1998 fekk Sambandsflokkurin ein dyggan undir vangan. Hann misti ein stóran part av veljarunum og fór frá at vera størsti flokkur til at vera fjórðstørsti, men skulu vit trúgva seinastu veljarakanningini, so hevur flokkurin havt eina øgiliga framgongd seinastu tíðina og serliga seinasta mánaðin.

Tað er nevniliga ein mánaði síðani Sosialurin og SvF almannakunngjørdu eina veljarakanning, sum vísti, at Sambandsflokkurin tá hevði havt eina framgongd upp á 3,9 prosent, men síðani marts er hann runnin 4,6 prosent fram afturat.


Javnaðarflokkurin mist eitt sindur

Hin andstøðuflokkurin heldur ikki somu høgu ferð, sum Sambandsflokkurin.

Javnaðarflokkurin hevur - treyðugt so - eina týðuliga framgongd, upp á trý prosent, men tað er 2,4 prosent minni enn fyri einum mánað síðani.

Tá var tað Javnaðarflokkurin, sum var størsti flokkur, men hesaferð hava hevur hin andstøðuflokkurin sníkt seg framum.

Eisini Tjóðveldisflokkurin kann staðfesta eina framgongd. Sammett við valið seinast hevði flokkurin fingið eitt prosent fleiri atkvøður var val í dag, og tann framgongdin er størri enn hon var við seinastu kanning. Flokkurin hevði sostatt ligið á triðja plássi, beint aftanfyri Javnaðarflokkin.


Fólkaflokkurin

á veg fram

Hóast Fólkaflokkurin sambært hesi kanningini missir hálvt fjórða prosent av atkvøðunum, so er lítið at ivast í, at fólkafloksmenn fegnast um hesa kanningina, tí sambært hesi kanningini missir flokkurin »bert« 3,5 móti 5,2 prosentum fyri einum mánað síðani.

Mótsatt kanningini, sum varð gjørd í apríl, so eru tað hesaferð smáu flokkarnir, sum kenna svian av framgongdini hjá eitt nú Sambandsflokkinum.

Sjálvstýrisflokkurin missir sambært kanningini 3,9 prosent og tað eru 2,2 fleiri enn við seinastu kanning. Miðflokkurin missir sambært kanningini 2,3 prosent og tað er 2,1 fleiri enn teir mistu sambært kanningini í mars. Missurin hevur við sær, at tingmaðurinhjá Miðflokkinum rýkur, um enn tað er um reppið, at flokkurin tekur níggjunda mannin frá Sambandsflokkinum.

Veljarakanningin er gjørd tann 13. apríl og umleið eitt túsund fólk vóru spurd og av teimum játtaðu 779 fólk at vera við í kanningini.