Valstríðið hjá Javnaðarflokkinum fekk eitt skot fyri bógvin á almenna valfundinum í Vági í gjárkvøldi.?Har hendi tað óvanliga, at valevni hjá Javnaðarflokkinum fóru at keglast sínamillum fyri tendraðari mikrofon um valskránna hjá Javnaðarflokkinum.?
Eftir tey vanligu vallyftini frá ymsum flokkum um arbeiði til allar hendur, bíligari ferðaseðlar bæði við Smyrli og Atlantsflogi, undirsjóvartunnil og betri hvalbiartunli, kom orðaskiftið eisini inn á tilfeingisgjald.?
Í almennu valskránni hjá Javnaðarflokkinum er staðfest, at vit skulu hava eitt tilfeingisgjald.?Men flokkurin hevur eftir øllum at døma ikki tryggjað sær undirtøku frá øllum sínum valevnum fyri hesum. ?Sostatt er spurningurin eisini, hvussu álítandi hesin parturin av valskránni hjá flokkinum er.?
Á valfundinum í Vági royndu Pauli Einarson og Trygvi Strøm, at greiða suðuroyingum frá, hvat hetta tilfeingisgjald skuldi brúkast til, breyt partamaður teirra, Hendrik Old, teir av, hóast hann ikki átti orðið.?
– Tað verður onki tilfeingisgjald, gjørdi hann púra greitt.?Hann staðfesti, at tilfeingisgjaldið er vegurin til undirgang.?
– Tað skal aldrin ígjøgnum við mínum vilja, staðfesti hann. ?Onnur valevni hjá Javnaðarflokkinum bóðu hann nú tiga, men tað munaði onki, tí Hendrik Old endurtók, at hann fer aldrin at góðtaka eitt tilfeingisgjald.