Ósamdir um samráðingarnar

Undan ssamráðingunum millum donsku stjórnina og landsstýrið í dag, eru partarnir ósamdir um, hvussu samráðingarnar skulu fara fram

John Johannessen

úr Keypmannahavn


Í dag verður annað umfar av samráðingunum millum donsku stjórnina og landsstýrið um ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum í framtíðini.

Føroyska sendinevndin kom seinnapartin í gjár til Keypmannahavn, her samráðingarnar verða í dag.

Undan samráðingunum hevur brævaskifti verður millum løgmann og danska statsministaran. Partarnir eru ikki samdir um, hvussu samráðingarnar skulu fara fram.

Løgmaður vil hava greið boð frá dønum um, teir eru áhugaðir í at verða við í tí, sum landsstýrið kallar frælsan felagsskap millum londini, ella um Danmark ætlar at kvetta alt samband við Føroyar í framtíðini.


Ætla at halda avtaluna

Danski statsministarin sigur í einum brævi til løgmann, at danska stjórnin er sinnað at samráðast um uppleggið, sum føroyingar komu við á fundinum 17. mars.

Statsministarin sigur, at danska stjórnin ætlar at halda seg til avtaluna, sum varð gjørd á fyrsta samráðingarfundinum. Tað vil siga, at partarnir fara at tosa um partar av upplegginum fyri at fáa greiði á, hvørjar fylgjur ein sáttmáli millum Føroyar og Danmark fer at fáa.

Statsministarin vil tó ikki taka støðu til, um Danmark og Føroyar í framtíðini skulu verða í frælsum felagsskapi, tí tað hevði verið at avgjørt úrslitið av samráðingunum, áðrenn føroyska samráðingaruppleggið rættiliga er viðgjørt.


Olja trumfur

Nógv fundarvirksemi hevur verið millum politikkarar og embætisfólk í Føroyum seinastu dagarnar.

Sosialurin skilir, at landsstýrið hevur avgjørt at brúka møguligar inntøkur frá eini oljuvinnu sum trumf í samráðingunum hesaferð.

Tað eru tveir møguleikar at nýta oljuinntøkur í samráðingunum. Antin skulu oljumilliónirnar viga upp fyri skuld til danska statin, ella skulu tær mótroknast blokkstuðlinum.

Samráðingarnar millum donsku stjórnina og landsstýrið verða í Forsætismálaráðnum í dag. Tær skulu eftir ætlan byrja klokkan 12.30 føroyska tíð og enda í kvøld klokkan 20.00.

Sosialurin fer at fylgja samráðingunum, og tíðindi verða løgd á Internet-Sosialin, sum er ókeypis á nýta, meðan samráðingarnar eru