Høgni Hoydal og Hergeir Nielsen hava fleiri ferðir havt uppskotið um samferðslugjald á lofti á landsstýrisfundum, men enn er eingin broyting farin fram. Floksformaður og tingmaður Tjóðveldisfloksins hava báðir ta fatan, at eitt fast samferðslugjald loysir fleiri trupulleikar.
Hækkar tænastustøði
- Í einum framkomnum samfelagið sum okkara eigur tænastustøði Stranferðslunnar at vera hægri, har fólk kunnu ferðast nær og hvar, tey vilja, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at eitt samferðslugjald kundi verið ein loysn á æviga kjakinum um Strandferðsluna og tænastustøði hennara.
Høgni Hoydal vísir víðari á, at í staðin fyri støðugt at hækka prísirnar á ferðaseðlum og farmaflutningsgjøldum, skuldi samferðslugjald verið innført, so ferðast kann til útoyggjar uttan at gjalda.
- Í staðin fyri kunnu prísirnir hækka á t.d. bensini, olju og vegskatti, og á henda hátt kundu fleiri herðar verið við til at fíggja Strandfersðluna, so karmar høvdu verið skaptir til eitt høgt tænastustøði, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir víðari á, at um prísirnir hækka á øðrum økjum, kundi talan verið um gratis ferðir til útoyggjarnar, meðan kostnaðurin til størru plássini eisini hevði lækkað.
Útjaðarin við sviðusoð
Tingmaður Tjóðveldisfloksins, Hergeir Nielsen, vísir á, at í løtuni eru útreiðslurnar til útjaðaran alt ov høgar.
- Í verandi støðu eru tað borgararnir í útoyggjum, sum í alt ov stóran mun tryggjað Stranderðsluni inntøkurnar, og hetta skaðar kappingarføri í vinnulívinum í útjaðaranum. Í staðin skuldu íbúgvarnir í miðstaðarøkinum eisini luttikið at fíggja Strandferðsluna, heldur Hergeir Nielsen.
Hann vísir víðari á, at um vinnan í útoyggjum skal yvirliva, er neyðugt við broytingum.
- Lemmavirkið í Vági er eitt sera gott dømi, tí hjá teimum loysir tað seg betri at flyta vøru til Klaksvíkar umvegis Danmark í staðin fyri beinleiðis norður. Tá er okkurt heilt galið, og tað sigur nakað um, hvussu dýr farmagjøldini eru í løtuni, sigur Hergeir Nielsen avgjørdur.
Partur av økismenning
Umframt at geva Strandferðsluni betri fíggjarligar karmar at virka undir og harvið hækka tænastustøði, er talan sostatt eisini um ein økismenningarpolitikk, Hergeir og Høgni eftirlýsa.
- Økismenning hevur verið eitt ævigt kjak, og skulu vit veruliga gera okkurt fyri at betra menningarmøguleikar útjaðarans, má tað síggjast aftur í prísviðurskiftunum, sigur Hergeir Nielsen.
Sostatt sláa teir báðir Høgni Hoydal og Hergeir Nielsen fast, at eitt samferðslugjald hevði loyst fleiri trupulleikar. Umframt at hækka tænastustøði hevði talan sambært teimum verið um eitt framstig í gongdini at føra økismenning út í lívið, og hetta hevði avgjørt verið við til at gera útoyggjavinnuna kappingarføra, vísa teir báðir á.