Samferðsluhavn á Trongisvági og tunnil Øravík/Hov

   

Álvaratos, hvat vilja tygur suðuroyartingmenn? Hvønn umboða tygur? Viðvíkjandi samferðsluhavnini komu tveir tinglimir til Suðuroyar í samband við at varðveita skerið við Lítla Holm, eftir at allar kanningar og øll loyvir vóru fingin til vega. Ein triði tingmaður kannar sær nærum "patent" uppá nýggju linjuføringina av tunnlinum Øravík/Hov. Og so tann fjórði tingmaðurin. Hann er formaður í vinnunevndini, og hevur havt málið um samferðsluhavnina í nevndini í millum tríggjar og fýra mánaðir. Nú er so málið komið úr vinnunevndini, og skal sostatt til 2. viðgerð, men har eru munandi broytingar í uppskotinum. Seks av sjey limum í vinnunevndini koma við einum áliti, at samferðsluhavnin og tunnilin í millum Øravík og Hov skal knýtast saman, tí hetta kemur at spara tí almenna umleið 45 milliónir krónur. Ja lat ogum so siga at so er, men ikki ein av suðuroyartingmonnunum nevnir eitt orð um, at hesar 45 milliónir krónurnar skulu verða eftir í Suðuroy, sjálvt um tygur eru vitandi um, at nærum alt vegakervið og tunnlarnir í oynni eru afturúrsigld.
Tingmennirnir fyri Sandoynna hava fyrispurning um farleiðina Skopun/ Streymoy, og enntá eisini fyrispurning um farleiðina millum Sandoynna og Suðuroynna. Ikki eitt orð frá ogra tingmonnum.
Eitt kunnu ogur øll í Suðuroy vera samd um, tað er, at tunnilin í millum Øravík og Hov er fluttur nógv longur vestur, bæði fyri sunnan og fyri norðan, og er hetta bert at fegnast yvir. Men ogra tingmenn góðtóku, at tunnilsføringin skuldi verða har, ið Landsverkfrøðingurin vísti á. Enntá tá verandi landsstýrissamgonga varð stovnað, var krav frá Tjóðveldisflokkinum, sum Hergeir umboðar, at ongin útlendingur skuldi gera tunnilin, tað skuldi Lands-verkfrøðingurin gera.
Her er ein áheitan á øll tingfólk, um at hetta eru tvey mál, samferðsluhavnin og tunnilin. Skulu suðuroyingar bíða við havnini til byrjað verður uppá tunnil-in, so veit eitthvørt mannsbarn, at skipið kemur til landið, og onki atløgupláss tøkt í Suðuroy. Tað vil verða ein stór skomm, einamest fyri tygum suðuroyartingmenn.
Um so er at havnin bert verður gjørd liðug framvið landi, er tá nøkur trygd fyri at skipið liggur trygt tá? Eru kanningar gjørdar av tí? Nei!
Víðvíkjandi grótinum, ið kemur úr tunnlinum Øravík/Hov kann bert upplýsast, at allar kommunurnar í oynni hungra eftir gróti. Tvøroyrar Býráð hevur í samband við samferðsluhavnina biðið tvey feløg um eina kostnaðarætlan fyri at gera tunnlar inn í fjallið sunnanvert Drelnes, til at taka grót til havnina, og vil Landsverkfrøðingurin taka tað við í útbjóðingini sum alternativ. Við hesum uppskotinum verður onki sár í náttúruni, millióna virðir liggja eftir, ongir vegir oyðilagdir og flutningur bert nakrar fáar metrar. Hetta halda ogur vera eina góða loysn, og skal tvídráttur vera, um hvør skal eiga hesar tunnlar í millum tingfólk og onnur, so er betur, at allir partar sessast og finna eina loysn um hetta góða uppskot. Grótið til havnina kann verða leverað á staðnum, og vil tað taka fimm mánaðir.
Enn einaferð ein áheitan á tygum øll tingfólk, havi hesi uppskot hvør sær, og somuleiðis til tygum suðuroyartingmenn, somu áheitan, umboðið Suðuroy fyrst og fremst.
Vinnunevndini, takið undir við uppskotinum frá 14.01.2003, og takið álitið aftur. Annars vegna Tvøroyrar Býráð stóra tøkk til Heðin Zakariassen, fyri tín leiklut í vinnunevndini, tað skuldi ikki verið tú, ið gekk á odda Suðuroynni at frama.
Viðmerkjast skal at Tvøroyrar Býráð fegnast um nýggju tunnilsføringina Øravík/Hov. Tað skal ikki skiljast, at ogur eru ímóti tí, lat allar kanningar verða gjørdar bæði væl og virðiliga áðrenn byrjað verður, tað kemur bert tilgóðar hjá ogum suðuroyingum.