Beint nú er soljóðandi skriv komið frá Miðflokkinum:
Niðanfyri er fráboðan frá Miðflokkinum.
Orsakað av, at Løgmaður hevur loyst formann Miðfloksins úr starvi sum landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, hevur flokstjórnin tikið avgerð um, at Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni.
Meiri verður at frætta í tíðindunum á FM1 nú klokkan fimm, tá ið Árni Gregersen hevur avtalað eina samrøðu við Jenis av Rana.